Ongi úrslit

Heilsugransking: Politisk avgerð í 2012 gjørdist vendipunkt

Politiskar avgerðir og miðvísar íløgur hava styrkt heilsugranskingina í Føroyum. Magni Mohr á Fróðskaparsetrinum vísir á týdningin av langskygdum politiskum raðfestingum.

Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Ein politisk avgerð í 2012 gjørdist eitt avgerandi stig í menningini av heilsugransking í Føroyum.

Tað vísir Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya, á í eini grein, sum Setrið kunngjørdi 9. oktober.

Sambært honum vísir menningin á deildini, hvussu stóran týdning tað kann hava, at politikarar tora at hugsa langt fram í tíðina, lurta eftir fakfólki og gera miðvísar íløgur í gransking og útbúgving.

Granskingin var sera avmarkað

Føroyar hava havt útbúgving í sjúkrarøktarfrøði í fleiri áratíggju.

Tá Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya varð lagdur saman við Fróðskaparsetrinum í 2008, vórðu umleið 30 lesandi tikin inn árliga.

Hóast útbúgvingin hevði eina langa søgu, var granskingin á økinum tá sera avmarkað.

Samd fíggjarnevnd vísti vegin

Í 2012 kom eitt avgerandi frambrot.

Tá mælti ein samd fíggjarnevnd Løgtinginum til at marka peningin í Sjúkrakassagrunninum til heilsugransking.

Magni Mohr vísir á hesa avgerðina sum eitt dømi um, hvussu politiskt dirvi og langsiktaðar íløgur kunnu leggja lunnar undir menning innan gransking og hægri útbúgving.

Høvuðsboðskapurin er, at politiskar avgerðir kunnu fáa stóran týdning fyri føroyska samfelagið, tá tær byggja á fakliga vitan og eina greiða ætlan fyri framtíðina.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

Í gjár kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

Í gjár kl. 15:20

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

13 tímar síðan