Hetta er tíðin tá ið nógv kólaborðhald eru, og tað hava tað eisini verið í gjárkvøldið. Og løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum - men at tað kortini hevur verið stak friðarligt.
Í gjárkvøldið fekk eitt fólk 1.500 krónur í bót. Viðkomandi var koyrdur á dyr á einum skeinkistaðið, men tað helt hann lítið um, so hann var rættiliga ólátaður ímóti vaktunum og tað kostaði honum eina bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.
Í onkrum føri legði løgreglan upp í tá ið fólk komu til ilnar, men tey fingu sent tey hvør sín veg, og so spurdist ikki meiri burtur úr tí.