Grønlendska landsstýriskvinnan í heilsu- og brekmentamálum Anna Wangenheim, hevur í einum uppslagi á LinkedIn reagerað harðliga upp á, at Ein amerikanskur lækni skal vera sendur til Grønlands fyri at, sum hon skrivar: “meta um heilsutørvin” í landinum.
Landsstýriskvinnan sigur, at tiltakið er ørkymlandi, sæð í ljósinum av teimum strukturellu avbjóðingunum, sum grønlendska heilsuverkið longu stríðist við.
– Eitt samfelag við stórum landafrøðiligum frástøðum, einum kroniskum mangli á heilsustarvsfólki og eini demografiskari menning, sum leggur trýst á skipanina, ger okkum viðbrekin. Tí er tað sera álvarsamt, tá fólk við politiskari ætlan um at gera Grønland til ein part av USA, senda ein sokallaðan “sjálvboðin lækna” til Nuuk, skrivar hon.
Nuuk er longu miðdepil fyri tjak um heilsuverkið í landinum, sum í stóran mun er merkt av longum frástøðum, avmarkaðum infrakervi og mangli á serkønum starvsfólki. Sambært Wangenheim ger støðan tað enn týdningarmiklari, at heilsufakligar metingar verða gjørdar gjøgnum almennar og fakligar leiðir – ikki gjøgnum politiskt motiverað tiltøk.
Málið hevur elvt til kjak um markið millum heilsufakliga ráðgeving, og politiska innblanding í innanhýsis viðurskiftunum í Grønlandi.