Ongi úrslit

Heri stúrir fyri krossbandinum

HB vongverjin verður neyvan at síggja á vøllinum aftur í ár

© Mynd: HB
Jonhard Hammer
56 minuttir síðan

Stóran part av kappingarárinum hevur Heri Hjalt Mohr verið vongverji í høgru hjá HB. Hann vann av álvara plássið undan summarsteðginum í Meistaradeildini, hann var við í europeisku dystunum, og síðani summarsteðginum hevur hann verið fastur maður.

Tá ið HB í gjár á Tórsvølli tapti 3-0 ímóti KÍ, var Heri Hjalt Mohr aftur vongverji í høgru hjá HB.

Nú kann tað gott vera, at hann ikki verður at síggja á vøllinum aftur í ár.

Tá ið átta minuttir vóru eftir av dystinum, og støðan var 1-0 til KÍ, legði Heri seg á vøllin uttan at talan var um nærdyst við nakran mótstøðuspælara, og tað sá út til, at talan var um pínu í knænum. Heri fór av vøllinum, og í hansara stað kom Áki Johannesen.

Heri Hjalt Mohr sigur, at hann ikki enn veit, hvussu álvarsligan skaða talan er um.

-Eg bíði eftir at fara í MR skannaran. Tánn kanningin fer at vísa, hvussu stóran skaða talan er um. Men tað er nógv, sum bendir á, at tað er krossbandið, sum er farið, men nú fáa vit at síggja og vóna tað besta. At talan er um knæskaða eri eg ikki í iva um, sigur Heri H. Mohr í samrøðu við dimma.fo.

Næsti dystur hjá HB verður sunnudagin á útivølli ímóti EB/Streymi. Tað er greitt, at talan verður um meiri enn eina skifting hjá HB, tí málverjin Bjarti Vitalis Mørk verður leikbannaður. Hann sá í tíðini, sum dómarin legði aftrat, gula kortið tvær ferðir og harvið eisini reyða kortið. Tað gjørdi hann fyri at mótmæla, at dómarin góðkendi 3-0 málið hjá KÍ. Málverjin helt, at talan var um rangstøðu.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

Í gjár kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

Í gjár kl. 17:59