Ongi úrslit

Hernaðarvenjingin Lion Protector 2026 hevur miðstøð í Vestmanna

Donsk og bretsk hernaðarfólk fara at hava miðstøð í Vestmanna, meðan venjingin er. Væntandi vera umleið 80 fólk á miðstøðini, sum verður á havnarlagnum

vestmanna.fo
3 tímar síðan

Næstu vikurnar verður økt virksemi á havnarlagnum í Vestmanna í samband við hernaðarvenjingina Lion Protector 2026.

Venjingin er skipað av tí sokallað Joint Expeditionary Force (JEF), sum er eitt samstarv, ið bretar leiða. Londini í samstarvinum eru Bretland, Danmark, Holland og baltisku londini. Ein liður í venjingini er eisini at styrkja samstarvið millum Arktisk Kommando, bretsku hernaðarmyndugleikarnar og føroysku sjóverjuna. Tí luttekur Vørn eisini í venjingini.

Donsk og bretsk hernaðarfólk fara at hava miðstøð í Vestmanna, meðan venjingin er. Væntandi vera umleið 80 fólk á miðstøðini, sum verður á havnarlagnum.

Venjingin byrjar í næstu viku, men fyrstu fólkini koma til Vestmannar í hesi vikuni.

Økið á havnarlagnum kann í størstan mun brúkast sum vanligt av vinnulívinum og vestmenningum annars, men ávísar avmarkingar kunnu væntast. Vit heita á tykkum, um at geva tykkum gætur um møgulig skeltir og møguligar forðingar, og at fylgja teimum vegleiðingum, ið koma upp.

Kommunan er í leypandi samskifti við viðkomandi myndugleikar, og tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, um tit hava spurningar.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Máttu í fjøllini at bjara útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

Í gjár kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06