Ongi úrslit

Hetland hyggur til Føroya: Tunlar fyri 13 milliardir skulu avloysa ferjur

Hetland vil binda oyggjarnar saman við undirsjóvartunlum, og føroyski tunlaleisturin er beinleiðis fyrimyndin.

Edmund Jacobsen
5. juli kl. 11:53

Hetland tekur nú fyrsta stóra stigið móti eini samferðslukollvelting, skrivar BBC. Kommunustýrislimir hava samtykt at kanna, hvussu ein stór tunlaverkætlan kann fíggjast. Hon kann kosta umleið 13 milliardir krónur.

Ætlanin er fyrst at byggja undirsjóvartunlar úr meginoynni í Hetlandi til Yell og haðani víðari til Unst. Seinni kunnu tunlar til Whalsay og Bressay koma afturat.

Ein kanning av møguleikunum vísir, at fyrstu tunlarnir kunnu vera lidnir innan átta ár. 

Ferjurnar megna ikki longur uppgávuna

Hetland rekur í dag ferjur til níggju oyggjar. Tær flyta umleið 750.000 ferðandi um árið við 12 skipum. Raksturin kostar umleið 200 milliónir krónur árliga.

Moraig Lyall, forkvinna í samferðslunevndini, sigur, at verandi skipan ikki longur røkkur til. Hon vísir á ov lítið pláss, trupulleikar við manning og vaksandi kostnað.

– Tunnilin er svarið, sum vit halda kann loysa hesar trupulleikar, sigur hon sambært BBC.

Føroyar eru fyrimyndin

Hetland hyggur beinleiðis til Føroya. Føroyar hava bygt tunlar síðani 1960-árini og hava nú meira enn 20 tunlar. Fýra teirra eru undir sjónum.

Serliga Eysturoyartunnilin verður nevndur. Hann er 11,4 kilometrar langur, røkkur 187 metrar niður undir Atlantshavið og hevur heimsins einastu undirsjóvarrundkoyring.

Táverandi løgmaður, Aksel Johannesen, segði í fjør við BBC, at Hetland kann fáa vøkstur, meira lív í oyggjarnar og fólkavøkstur við at gera sum Føroyar.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

19 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

Í gjár kl. 09:07