Ongi úrslit

Hetta er at skerja heilsutænasturnar í Suðuroynni

Arbeiðið at menna heilsumiðstøðina í Vági, heldur fram, hóast kommunulæknarnir verða fluttir til Vági
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Ætlanin um at byggja eina nýggja heilsumiðstøð á Tvøroyri fyri alla Suðuroynna, er at niðurlagað heilsutænasturnar í Suðuroynni sum heild.

Tað er Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, sannførdur um.

Hann sigur, at hetta sprettir úr einum ynski hjá Heilsumálarðanun um at knýta kommunulæknarnar upp at sjúkrahúsinum so at teir eisini kunnu taka vaktir, og aðrar uppgávur, á sjúkrahúsinum.

Bjarni Johansen sigur, at hetta er týðiliga komið fram á fundum við Heilsumálaráðið um heilsutænasturnar í Suðuroynni.

– Hetta er ein avgerð, sum ikki samsvarar við arbeiðið hjá kommunulæknum, tí tað er eitt fulltíðarstarv og teir skulu ikki eisini inn á sjúkrahúsið at arbeiða, og tí er tað at niðurlaga tænastuna, sigur hann.   

Ein grundgeving fyri at leggja heilsumiðstøðina á Tvøroyri er, at tað skal vera høgligari hjá sjúklingum at fara á apotekið.

– Tað man vera ivasamt í tí, tí tað er als ikki sagt, at reseptir verða skrivaðar beinanvegin, tí ofta verða tær skrivaðar seinni, so tað er ikki bara at loypa beint frá læknanum inn á apotekið eftir heilivági, sigur borgarstjórin í Vági.

Í kommunalum høpi hevur hvør kommuna eina atkvøðu, og tað eru fýra av teimum sjey kommununum, sum vilja hava heilsumiðstøðina í Vági.

Har ber til at gera eina nýtímans heilsumiðstøð við nøkrum smávegis útbygginginum heldur enn at byggja eina nýggja heilsumiðstøð á Tvøroyri - sum verður nógvar ferðir dýrari.   

– Men landsstýriskvinnan setir nú meirilutan av kommunum til viks, sigur Bjarni Johansen.

Hann sigur, at hetta er eisini ein spurningur um trygd, tí verða kommunulæknarnir fluttur, verður tað nógv longri hjá fólki í syðru helvt, sum hava brúk fyri bráðneyðugari hjálp.

Kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy arbeiða við eini ætlan um at byggja heilsumiðstøðina í Vági, út. Tær ætlanirnar halda fram, tí vit vilja, at heilsumiðstøðin í Vági skal vera ein virkin partur av tilbúgvingini, sigur borgarstjórin í Vági.

Í heilsumiðstøðini í Vági er bæði tannlækni, fótarøkt, kostvegleiðari, økispsykiatri, hoyriklinikk og sjúkrarøktarfrøðingur. Men hvat virksemi skal vera har, vita vit ikki, tí vit vita einki, leggur hann afturat.

 

Mest lisið hesa vikuna

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

Í gjár kl. 08:56

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20

TAKS ávarar: Svindlarar lokka føroyingar við skattapengum

21. november kl. 15:00

Hava staðfest hvar eldurin kyknaði á Mest á Skála

22. november kl. 09:28