Sum vit skrivaðu í gjár, fer Løgtingið í dag at taka endaliga støðu til eitt uppskot frá Miðflokkinum um at kommunur skulu fáa heimild at lata foreldrum stuðul til privata barnaansing.
Tað merkir, at kommunan skal fáa heimild at rinda foreldrunum tað upphæddina, kommunan annars rindar fyri plássið í tí kommunala dagstovninum, og so kunnu foreldur skipa fyri sínu egnu barnaansing - ella tey kunnu sjálvi passa børnunum heima.
Tey í Miðflokkinum, at hetta er bara at geva kommunum, og foreldrum, ein valmøguleika afturat í sambandi við barnaansing, tí tað eru ikki hjá øllum, at kommunala barnaansingin passar til teirra tørv.
Men tá ið uppskotið var til fyrstu viðgerð, fekk tað harða viðferð í Løgtinginum, serliga frá andstøðuni.
– Hetta er ikki annað enn eitt tilboð til vælbjargaðar familjur - og lummapengar til ríkar konur, segði Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.
– Førdi politikkurin eigur ikki at eggja foreldrum - serliga kvinnum - at fara av arbeiðsmarknaðinum, heldur hon.
Hon vísir á, at verður skipanin sett í verk, fara tey, sum fara at ansa børnum heima, at fáa einar 10.000 krónur um mánaðin frá kommununi fyri tað. Hon segði, at hon vil ikki føra ein politikk, sum sendur kvinnurnar heim.
– Hetta uppskotið hjá Miðflokkinum ikki annað eitt tilboð til vælbjargaðar familjur og lummapengar til ríkar konur, helt hon fyri.
Eyðgunn Samuelsen, eisini tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, segði, at upphæddin er so lág, at hetta verður mest ein stuðulsskipan til foreldur, sum hava ráð til at liva av einari inntøku.
Men fleiri tingfólk, bæði í Javnaðarflokkinum, tjóðveldi, Framsókn og Sambandflokkinum reisa eisini fleiri onnur ivamál.
Tey halda, at verður hetta sett í verk, kann avleiðingin verða, at nettupp børn, sum høvdu havt gott av at komið í barnagarð, verða ansað heima.
Tey siga, at royndir aðrastaðni vísa nevniliga, at tað serliga eru foreldur, sum eru sosialt illa fyri, sum taka børnini úr dagstovnunum - hóast tað hevði verið betri fyri tey at verið á einum dagstovni.
Tingfólk halda eisini, at hetta kann eisini verða eitt stórt bakkast fyri royndirnar at integrera børn hjá útlendskum foreldrum í føroyska samfelagið.
Fleiri av teimum tingfólkum, sum ikki taka undir við tí, halda, at hetta er ein stórur trupulleiki fyri javnstøðuna ímillum kynini, tí tað fer ikki at svitast, at verður hetta sett í verk, verða tað kvinnurnar, sum fara heim at passa børn og ikki menninir.
Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sigur, at í kommunum í Danmark har slíkar skipanir eru galdandi, eru bara fýra prosent av teimum, sum taka av tilboðnum, menn.
Les eisini Her standa teir báðir púra einsamallir
Les eisini: Í morgin fer Løgtingið at fella eitt uppskot - fyri fimtu ferð