Ongi úrslit

Hetta var stórur sigur fyri lokalsamfelagið

Meiri enn 60 prosent av fólkinum í Eysturkommunu vóru og stuðlaðu, tá ið Víkingur vann steypafinaluna ímóti KÍ

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Víkingur vann í kvøld finaluna um løgmanssteypið 2-0 ímóti KÍ. Hetta er sjeynda ferðin, at Víkingur er steypavinnari.

Jóhan Petur Poulsen er venjari hjá Víkingi, og hann fegnast um søta sigurin:

-Mótstøðuliðið var gott, og vit vóru av álvara noyddir at arbeiða fyri søkini. Tað eydnaðist væl, og eg kann ikki vera annað enn nøgdur við, at tað eydnaðist at vinna, sigur Jóhan Petur Poulsen.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson, sum eftir snilt hornaspark úr vinstru og sending frá Arnór Brandsson smekkaði bóltin upp í nettakið.

-Vit vandu hatta í gjárkvøldið, og tá eydnaðist tað mær ongantíð at fáa bóltin í netið, men nú var tað fantastiskt at síggja bóltin at fara upp í nettakið, sigur Ingi Jonhardsson.

40 ára gamli liðformaðurin Sølvi Vatnhamar tekur ímóti løgmanssteypinum frá Bárði á Steig Nielsen varaløgmanni, nú løgmaður Beinir Johannesen er burturstaddur.

-Hetta er stórur sigur fyri allan felagsskapin, sum myndar Víking. Her vóru kanska fleiri enn 60 prosent av íbúgvunum í kommununi, og heilt nógvir av áskoðarunum eru næsta familja hjá okkum á vøllinum. Har eru ommur og abbar og mammur og pápar og systkin og so víðari, og tað eru nógvir millum áskoðararnar, sum áður hava verið við til at vinna FM og steypafinalur, og so eru tað vinir og kenningar og so víðari, sigur Sølvi Vatnhamar, og hann heldur fram:

-Jóhan Petur Poulsen er fantastiskur venjari. Hóast vit hava mist nógvar spælarar, so hevur hann megnað at sett nýggjar spælarar við, og undan dystinum í kvøld setti hann av álvara futt í okkum, tá ið hann vísti á konseptið við øllum relatiónunum, sum eru við til at mynda liðið og felagsskapin.

KÍ hevði ikki nógvar møguleikar, og tá ið klaksvíkingar spældu seg til onkran møguleika, so vardi Bárður á Reynatrøð í málinum hjá Víkingi framúr væl, og tá ið bólturin fór innum málverjan, so var tað Ingi Arngrímsson, sum á strikuni bjargaði.

Sjey minuttir undan leikloki var tað miðvallarin Aron Jarnskor Ellingsgaard, sum við framúr skoti uttanvert brotsteigarmarkið smekkaði til, og bólturin streyk inn við stólparótini og í málið.

KÍ megnaði ikki at finna stevið í kvøld, og tað ásannaði Árni Frederiksberg eftir dystarlok:

-Tað sást og kendist, at orkan var ikki tann, sum tað var neyðugt at hon skuldi vera, um vit skuldu hava møguleika at spæla upp til Víking. Í fyrra hálvleiki á góðari leið, inntil tað restaðu 10 minuttir av hálvleikinum. Eftir steðgin løgdu vit væl fyri, men so var tað Víkingur, ið var greitt omaná. Kanska er ein av orsøkunum, at vit síðani á ólavsøku hava spælt 11 dystir, meðan Víkingur hevur spælt fimm dystir. Nú verður ein dystur um vikuna, og setningurin hjá okkum er at vinna allar dystirnar og at bjóða av í FM kappingini, sigur Árni Frederiksberg hjá KÍ.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

Í gjár kl. 09:50

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

1. sepember kl. 08:50

Eitt av hvørjum fimm atgongumerkjum fer til MVG

2. sepember kl. 13:33