Føroyar hava veruliga fingið seg royndar undan EM-endaspælinum. Fyrireikingardystirnir móti heimstoppinum úr Noreg og Danmark hava verið gevandi, har okkara hava fingið roynt trýstið frá teimum bestu. Føroyar taptu 36-24 fyri Danmark í dag, eftir 17-10 í hálvleikinum.
Føroyar byrjaðu dystin væl og spældu væl upp við Danmark fyrsta korterið. Maria Nólsoy var við aftur í dag, og sást hetta eisini aftur í álopinum. Spælið var tolið og var serliga Jana Mittún ein áhaldandi hóttan sjálv og við samanspælinum við Pernille Brandenborg á strikuni. Pernille Brandenborg var eisini kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Umframt 4 mál, stríddist hon eisini serstakliga væl í verjuni. Tað var tó Danmark, sum kom lættari til málini. Tá føroyska verja stóð heldur fløt, fóru tær donsku at skjóta langskot og sótu hesi væl. Danmark dróg skjótt frá seinastu løtuna fyri hálvleik og var støðan 17-10 við steðgin.
Munurin var heldur minni í seinna. Størsti munurin var tó skotnyttan, har royndu donsku málverjarnir bjóðaðu føroysku skjúttunum av. Joan Johannesen kom inn á høgra vong hjá Føroyum og stóð hon seg eisini væl við fýra málum. Hóast okkara minkaðu um munin einstakar løtu, so gjørdist dysturin ongantíð spennandi og Danmark vann greitt 36-24.
Kvinnulandsliðið ferðast aftur til til Føroyar í morgin, har fyrireikingarnar fram til EM-endaspælið halda fram. Hósdagin verður flogið til Katowice í Póllandi, har EM-endaspælið byrjar leygardagin.
Málskjúttar:
Jana Mittún 5
Pernille Brandenborg 4
Joan Rúnadóttir Johannesen 4
Fríða Nolsøe Olsen 4 (4)
Marita Mortensen 2
Rannvá Olsen 2
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1
Vár Bentsdóttir Zachariasen 1