Ongi úrslit

HPV-koppseting: Føroyar langt undir altjóða málinum

Bert helvtin av gentunum og fjórði hvør drongur vóru liðugt HPV-koppsett, áðrenn tey fyltu 15 ár í 2024.

© Heilsustýrið
Edmund Jacobsen
7. juli kl. 19:00

Føroyar liggur langt undir altjóða málinum fyri HPV-koppseting. Í 2024 vóru bert 50 prosent av gentunum og 26 prosent av dreingjunum liðugt koppsett, áðrenn tey fyltu 15 ár.

Málið hjá WHO er 90 prosent.

Tað vísir fyrsta frágreiðingin hjá Heilsustýrinum um barnakoppsetingar í Føroyum.

Verjan skal koma í rættari tíð

HPV kann elva til fleiri sløg av krabbameini. Millum annað lívmóðurhálskrabba, baktarmskrabba og krabba í penis, munnholu, svølgi og kynsgøgnum.

Koppsetingin gevur bestu verjuna, um hon verður givin, áðrenn børn og ung kunnu verða smittað við HPV fyrstu ferð.

Tí hevur tað stóran týdning, at børn eru liðugt koppsett, áðrenn tey fylla 15 ár.

Stórur munur á Føroyum og grannalondunum

Føroysku tølini eru nógv lægri enn í grannalondunum. Í Danmark vóru 82 prosent av gentunum liðugt koppsettar á 15 ára føðingardegnum í 2024. Í Noregi var talið 91 prosent og í Íslandi 93 prosent.

Hjá dreingjum var støðan eisini álvarsom. Í Føroyum vóru 26 prosent liðugt koppsettir, meðan talið var 78 prosent í Danmark, 82 prosent í Svøríki og 88 prosent í Noregi.

Frágreiðingin vísir eisini, at undirtøkan fyri HPV-koppsetingini er minkað. Hjá gentum er parturin, sum er liðugt koppsettur, fallin úr nærum 70 prosentum fyri árgang 2007 niður í 45 prosent fyri árgang 2012.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

16 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00