Ætlanin er at hækka gjøldini fyri lendi til sethúsabygging við umleið 50 til 70 prosentum. Hetta fær Atla F. Johansen, løgtingsmann, at seta spurnartekin við bústaðarpolitikkin hjá samgonguni.
Í einum skrivligum fyrispurningi til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, spyr hann, hvussu hækkingarnar samsvara við málið hjá samgonguni um at gera tað bíligari at byggja og eiga bústað.
Gjøldini kunnu hækka munandi
Ein broyting í kunngerðini um umsiting av landsjørð er send til hoyringar.
Sambært fyrispurninginum er ætlanin at hækka gjøldini fyri uttangarðsjørð við umleið 50 prosentum og fyri innangarðsjørð við umleið 70 prosentum.
Atli F. Johansen vil hava landsstýrið at greiða frá, hvussu nógv eitt vanligt grundstykki fer at dýrka, og hvør fær árligu eykainntøkurnar av hækkingunum.
Bíða upp í eitt ár eftir matrikulering
Løgtingsmaðurin setur eisini spurnartekin við drúgvu bíðitíðina eftir matrikulering.
Sambært fyrispurninginum tekur avgreiðslan í dag umleið níggju til tólv mánaðir. Samstundis eru sparingar framdar á Umhvørvisstovuni, sum kunnu fáa neiligar avleiðingar fyri viðgerðartíðina.
Atli F. Johansen spyr, hvørji átøk eru sett í verk fyri at stytta bíðitíðina, og hvørji mál landsstýrið hevur sett sær fyri 2027 og 2028.
Hann vil eisini vita, um ætlanin framvegis er at lata privatar fyritøkur taka sær av pørtum av matrikuleringsarbeiðinum, sum nevnt er í samgonguskjalinum.
Fyrispurningurin varð settur 5. november.