Ongi úrslit

Hvussu kann mann líta á tíðindi í Kringvarpinum

Jenis av Rana, løgtingsmaður
5 tímar síðan

Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringvarpinum, tá sjálvt týðing teirra broytir tað, ið verður sagt - beint fyri eygum okkara?

...Her vísi eg til sjónvarpstíðindini í kvøld 19. juni. Har frættu vit um álopið hjá Hizbollah á Ísrael og svar Ísraels uppá hetta sama. Sjálvandi bleiv alt, sum vanligt, vent á høvdið av kringvarpinum, har er tað jú altíð Ísrael, sum byrjar, og terrorfelgsskapurin Hizbollah og Iran (landið sum í hópatali drepur egnar ósekar borgarar), sum onki hava at gera í Libanon, eru ósek.

MEN! meðan saudi-arabiski journalisturin MALAK HARB greiðir frá, at «ísraelsk álop hava dripið minst 16 fólk, and the Israeli army announces, that four of their soldiers HAVE BEEN KILLED in southern Libanon», so verður hetta av Kvf. týtt til, at: «ísraelsk álop hava dripið minst 16 fólk, og sambart ísraelska herinum eru FÝRA ÍSRAELSKIR HERMENN DEYÐIR í suður Libanon.

Tvs.,at ísraelskir hermenn drepa fólk, meðan ísraelskir hermenn, sum verða dripnir (have been killed), «eru deyðir»- ikki dripnir?

Hví fremur kringvarp okkara aftur og aftur og aftur slík listinlærd álop á Ísrael? Veit stovnurin ikki, at hetta er beinleiðis vandamikið og lættliga kann øsa upp jødahatur. Er hetta ikki tað nærmasta, tú kann koma at øsa upp antisemitismu?

Og so verður tað gjørt fyri tvangskravt kringvarpsgjald!

HVÍ???

Jenis av Rana,
løgtingsmaður

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19 tímar síðan

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41

Bjarging eystan fyri Sandoynna: Ein stór alda fylti bátin

Í gjár kl. 13:36