Ongi úrslit

Í fjør áttu føroyingar yvir 10 milliardir meiri uttanlands enn vit skyldaðu

Myndin er frá Hagstovuni
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í fjør høvdu føroyingar tilsamans yvir 10 milliardir í nettoogn uttanlands. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni og her er bæði talan um alt tað almenna og alt tað privata.

Uppgerð av ogn og skuld vísir, hvat føroyingar eiga og skylda uttanlands og nettoognin er munurin ímillum ogn og skuld.

Ognirnar uttanlands er vaksnar góðar 2,3 milliardir krónum men hinvegin er uttanlandaskuldin minkað góðar 3,1 milliard krónur. Sostatt vaks nettoogn føroyinga uttanlands meira enn 5,4 milliardir í fjør.

Ognirnar hjá føroyingum uttanlands vuksu 2,3 milliardir, úr 47,4 milliardum upp í næstan 50 milliardir. Hagstovan sigur, at tað eru fíggjarlig feløg sum eiga størsta partin av hesum vøkstri. 

Uttanlandsskuldin minkaði 3,1 milliard, úr 42,7 milliardum niður í 39,6 milliardir. Hetta komst serliga av, at ikki-fíggjarlig feløg minkaðu um sína skuld stívliga 2,3 milliardir krónur. 

Fíggjar- og tryggingarfyritøkurnar hava økt um nettoognina meira enn hálva aðru milliard krónur, tí ognin er vaksin, og skuldin er minkað. Ikki-fíggjarlig feløg hava minkað nettoskuldina yvir 2,7 milliardir og nú er nettoskuldin tann sama sum hon var í 2023.

Meira enn helvtin av ogn føroyinga uttanlands er í virðisbrøvum. Tó stavar vøksturin í ognum uttanlands frá størri beinleiðis íløgum og tað útlendingar eiga í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

3 tímar síðan

Hann undrast á hví vit halda fram at koppseta fyri koronu

Í gjár kl. 08:12