Ongi úrslit

Í Skálavík og Skúvoy er vøksturin í skattainntøkuni ógvuliga stórur

Í Sandoyar sýslu er talan um stóran vøkstur í skattainntøkunum, og eisini er tað vøkstur í fólkatalinum

Tað er stórt virksemi í Skálavík, har Bakkafrost byggir smoltstøð, og tað sæst aftur í skattainntøkuni hjá kommununi
Jóannes Hansen
9 tímar síðan

Felags fyri allar fimm kommunurnar í Sandoyar sýslu er tað, at skattainntøkurnar fyrra hálvár vóru størri, enn tær vóru fyrra hálvár í fjør. Talan er eisini um fólkavøkstur, tí tilsaman búðu tað í juni í ár 48 fólk fleiri í Sandoyar sýslu, enn tað gjørdu sama mánað í fjør.

Tað eru fimm kommunur í Sandoyar sýstlu, og tað er munur á, hvussu stórur vøksturin er í einstøku kommununum – í fólkatali og skattainntøku.

Nógv størsti vøksturin í skattainntøku er í Skálavíkar kommunu – bæði lutfalsligi vøksturin og í krónum. Fyrra hálvár í ár runnu tað 1,685 mió fleiri krónur í kommunukassan í Skálavík, enn tað gjørdu fyrra hálvár í fjør. Talan er um lutfalsligan vøkstur upp á 45,62 prosent. Juni mánaður var góður, tí tá var vøksturin 400.202 krónur, sum er vøkstur upp á 69,4 prosent.

Í mai í ár búðu 169 fólk í Skálavíkar kommunu, sum bara fevnir um bygdina Skálavík. Hetta er nett sama fólkatal sum í mai 2025.

Skopunar kommuna og Sands kommuna fevna bara um bygdirnar Skopun og Sand.

Í Skopun var vøksturin í skattainntøkuni fyrra hálvár 873.606 krónur, og á Sandi var vøksturin 776.957 krónur. Lutfalsligi vøksturin var ávikavíst 8,43 og 6,54 prosent. Í juni var meirinntøkan í Skopun 327.707 krónur, og á Sandi var hon 71.911 krónur.

Fólkatalið í Skopun var í mai í ár 483 og á Sandi 547. Vøksturin í Skopun var síðsta árið 12 fólk og á Sandi 15 fólk.

Húsavíkar kommunu fevnir umframt um Húsavík um bygdirnar Dal og Skarvanes. Har var fólkatalið í mai í ár 108, sum er trý minni enn fyri einum ári síðani.

Skattainntøkan fyrra hálvár í ár í Húsavíkar kommunu var umleið tann sama, sum hon var sama tíðarskeið í fjør. Meirinntøkan var 25.993 krónur ella 1,14 prosent. Í juni var meirinntøkan 117.444 krónur ela 32,47 prosent.

Í Skúvoyar kommunu, sum fevnir um Skúvoy og Stóru Dímun, var vøksturin í skattainntøkuni í juni 362.988 krónur ella 41,44 prosent. Fólkatalið í Skúvoy var í mai í ár 29 ella eitt færri enn fyri einum ári síðani, og í Stóru Dímun búðu fimm fólk bæði fyri einum ári síðani og í mai í ár.

Juni mánaður var óvanliga góður í kommununi. Vøksturin síðani í fjør var 208.457 krónur, sum svarar til 159,09 prosent.

Fyribilsskattur til kommunurnar í juni – Fyribilsskattur fyri januar til juni

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

Í gjár kl. 08:30