Ongi úrslit

ICES mælir til at gevast við toskaveiðini á landgrunninum

Mælt verður til, at toskaveiðan á landgrunninum verður minkað úr 6.075 tonsum og niður í 552 tons

hav.fo/Helga Bára Mohr Vang
40 minuttir síðan

Havstovan skrivar soleiðis:

ICES-tilmæli fyri botnfisk í 2027

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag tilmælini fyri fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki í 2027. Tilmælini byggja á nýggjastu stovnsmetingarnar og kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES, ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.

Toskur á Landgrunninum

ICES mælir til, at í mesta lagi 552 tons av toski verða fiskað á Landgrunninum í 2027.

Gýtingarstovnurin er nú sera nær minsta markinum (Blim). Mett verður, at hann fer niður um hetta markið í 2027. Høgt veiðitrýst og minkandi tilgongd verða mett at vera høvuðsorsøkirnar til, at toskastovnurin er minkaður. Tað eru møguleikar fyri, at gýtingarstovnurin fer upp um markið í 2028.

 

Toskur á Føroyabanka

ICES mælir til, at í mesta lagi 403 tons av toski verða fiskað á Føroyabanka í 2027. Tilmælið er tað sama sum í 2026, tí ICES gevur tilmæli fyri tvey ár í senn fyri henda stovnin.

 

Hýsa

ICES mælir til, at í mesta lagi 23.894 tons av hýsu verða fiskað í føroyskum sjóøki í 2027. Tað er 22% hægri enn tilmælið fyri 2026.

Veiðitrýstið á hýsu hevur verið lágt seinastu árini, og tilgongdin hevur verið góð og gýtingarstovnurin er væl oman fyri øll markvirðini.

 

Upsi

ICES mælir til, at í mesta lagi 26.374 tons av upsa verða fiskað í føroyskum sjóøki í 2027. Tað er 10% hægri enn tilmælið fyri 2026.

Tilgongdin til upsastovnin hevur verið oman fyri miðal seinastu árini, og gýtingarstovnurin er oman fyri øll vandamørkini.

 

CES tilmælini um mest loyvdu veiðu (í tonsum) fyri tosk á Landgrunninum, tosk á Føroyabanka, hýsu og upsa, og broytingarnar frá 2026 til 2027.

Tilmælið
2026

Tilmælið
2027

Broyting
frá 2026
til 2027

Toskur á LG

6.075

552

-91 %

Toskur á FB

403

403

0 %

Hýsa

19.653

23.894

+22 %

Upsi

24.032

26.374

+10 %

 

Mest lisið hesa vikuna

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

Í gjár kl. 08:56

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Hon man vera heimsins djarvasta kvinna

5 tímar síðan

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20

TAKS ávarar: Svindlarar lokka føroyingar við skattapengum

21. november kl. 15:00