Íslendska summargýtandi sildin er í vaksandi mun farin úr íslendskum sjógvi og eystur í hav, har hon blandar seg við norsk-íslendska sildastovnin. Sambært íslendska kringvarpinum RÚV hevur blandingin ongantíð verið so stór sum í ár.
Føroysk og norsk fiskiskip hava eisini fingið alsamt meira íslendska sild í veiðuni seinastu fýra til fimm árini.
Óttast, at sildin fer úr íslendskum sjógvi
Ásgeir Gunnarsson, fiskiveiðustjóri hjá íslendska felagnum Skinney-Þinganes, sigur við RÚV, at gongdin er óvanlig.
Hann greiðir frá, at íslendsk sild eisini áður hevur verið í veiðuni eftir norsk-íslendskari sild, men ongantíð í so stórum nøgdum sum nú.
Hetta kann stytta siglingartíðina hjá íslendsku skipunum, men samstundis vekir gongdin stúran.
Ásgeir óttast, at íslendska sildin fer longur eystur í hav saman við norsk-íslendsku sildini.
Hann leggur tó dent á, at íslendsk sild framvegis er vestan og sunnan fyri Ísland. Tað er tí óvist, hvørjar avleiðingar broytta ferðingin kann fáa fyri stovnin.
Upp í helvtin av veiðuni kann vera íslendsk sild
Sambært Ásgeiri kann íslendsk sild í summum førum vera upp í 50 prosent av veiðuni eftir norsk-íslendskari sild.
Tí verða sýni tikin eftir hvørt hál, so veiðan verður býtt rætt millum kvoturnar.
Íslendska kvotan av norsk-íslendskari sild er knappliga 89.000 tons, meðan loyvda veiðan eftir íslendskari summargýtandi sild er um 76.000 tons.
Veiðan eftir norsk-íslendskari sild er nú við at enda, og íslendsku skipini fara í staðin eftir summargýtandi sildini.