Ongi úrslit

Íslendskir stórhøvundar í Runavík: Bókmentir og tónleikur á skránni í kvøld

Tveir íslendskir rithøvundar vitja Bókasavnið við Løkin í kvøld. Á skránni eru upplestur, samrøður og tónleikur við støði í íslendskum yrkingum.

© Bókasavnið við Løkin.
Íslendskir rithøvundar í Føroyum: Einar Már Guðmundsson og Þórarinn Eldjárn vitja í kvøld Bókasavnið við Løkin í Runavík, har upplestur, samrøða og tónleikur eru á skránni.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Í kvøld klokkan 19.30 fáa bókmentaáhugað høvi at hitta íslendsku rithøvundarnar Einar Már Guðmundsson og Þórarinn Eldjárn á Bókasavninum við Løkin í Runavík.

Teir báðir vitja í Føroyum í døgunum 8. til 14. oktober. Vitjanin er í sambandi við, at fleiri av bókum teirra eru komnar út á føroyskum.

Tríggjar bøkur á føroyskum

Forlagið Sprotin hevur seinastu tíðina givið út tríggjar bøkur eftir teir báðar høvundarnar.

Talan er um skaldsøgurnar Íslendskir kongar frá 2025 og Frá høvur til hæl frá 2026 eftir Einar Már Guðmundsson.

Harumframt er yrkingasavnið Jarðfest norðlýsi eftir Þórarinn Eldjárn komið út í ár.

Upplestur og tónleikur

Á tiltakinum fara rithøvundarnir at lesa upp úr verkum sínum.

Kári Sverrisson og Óli á Grindafløtti fara eisini at spæla løg, sum Kári hevur gjørt til yrkingar eftir Einar Már Guðmundsson.

Martin Næs, sum er annar týðarin, fer at hava samrøðu við rithøvundarnar.

Øll eru vælkomin til tiltakið.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44