Ongi úrslit

Jarðhiti: Setursskrivstovan verður royndarstøð fyri føroysku undirgrundina

Trý jarðhol á Debesartrøð skulu geva nýggja vitan og gera framtíðar jarðhitaskipanir tryggari og munabetri.

© Jarðfeingi.
Seturskrivstovan á Debesartrøð í Havn.
Edmund Jacobsen
Í gjár kl. 10:45

Jarðfeingi hevur gjørt Gróthúsini á Debesartrøð, har fyrisitingin hjá Fróðskaparsetri Føroya heldur til, til royndarstøð fyri jarðhita.

Endamálið er at fáa greiðari svar um, hvussu føroyska bergið leiðir hita, hvussu vatn flytur seg í undirgrundini, og hvussu ymiskir borihættir ávirka úrslitið.

Trý royndarhol borað

Undir leiðslu av Janu Ólavsdóttir, verkætlanarleiðara á Jarðfeingi, eru trý jarðhol borað. Eitt er 400 metrar djúpt, og hini bæði eru 200 metrar.

Holini eru borað á ymiskan hátt, so granskarar kunnu samanbera ymiskar loysnir. Eitt teirra er millum annað stoypt fyri at kanna, hvørja ávirkan tað hevur.

Tól og hitamátarar í holunum skráseta hitan fyri hvørjar tíggju metrar tíggjunda hvørt minutt.

Dátur skulu savnast í fleiri ár

Royndarstøðin skal gera tað lættari at velja røttu jarðhitaloysnina, áðrenn borað verður.

Dátur skulu savnast í fleiri ár og verða grundarlag undir framtíðar gransking og menning av jarðhita í Føroyum.

Verkætlanin er stuðlað av Jarðfeingi, Heilsu- og orkumálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Landsverki.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

Í gjár kl. 08:08

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30

Løgreglan avdúkar fleiri netkynsbrot móti børnum

9. juli kl. 13:00

Lívslangt fongsul fyri 15 dráp

8. juli kl. 13:30