Ongi úrslit

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi við 11 uppskotum um strammari útlendingapolitikk

Týskvøldið 1. desember klokkan 19.00 skipar Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fyri einum almennum tiltaki á Hotel Hilton í Havn.

Jonhard Hammer
2 tímar síðan

Í komandi viku fer Javnaðarflokkurin á Fólkatingi at leggja fram nøkur uppskot, ið kunnu herða útlendingalóggávuna í Føroyum.

Í tí sambandi hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, boðið Halime Oguz og Yaqoub Ali til Føroya. Bæði eru markantir persónar í danska kjakinum innan hesi evnini.

Fólkatingsmaðurin skrivar soleiðis um tiltakið á Facebook vanga sínum:

"Kunnu vit seta trúarsamfeløgum avmarkingar og samstundis verja trúarfrælsið?

Tiltak við tveimum, sum kenna hetta frá egnum royndum, verður á Hilton týskvøldið kl. 19:00.

Samgongan hevur gjørt ein strammari útlendingapolitikk til eitt høvuðsmál.

Millum nógv annað stendur soleiðis í samgonguskjalinum: ”Vit skulu hava eina lóg um trúarsamfeløg, ið staðfestir, at føroysk lóggáva, mentan, fólkaræði, javnstøða og virði verða vird. Lógin skal eisini regulera útlendska fígging og banna útlendskari statsfígging”.

Hetta er bæði gott og neyðugt. Men tað er ikki lætt. Tí hjá okkum er trúarfrælsið púra grundleggjandi.

Ber til at seta trúarsamfeløgum avmarkingar uttan at gera seg inn á sjálvt trúarfrælsið?

Og hvussu kunnu vit sum heild fremja landsstýrisins mál um ein strammari útlendingapolitikk á ein virðiligan og skynsaman hátt innan karmarnar av bæði grundlógini og altjóða sáttmálum?

Tað hevur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gjørt 11 ítøkilig uppskot um. Talan er upp eitt katalog við uppskotum, sum verða løgd fram til orðaskift – ikki um almenna politikk floksins.

Upskotini verða viðgjørd á almennum tiltaki á Hilton týskvøldið klokkan 19:00.

Luttakarar verða tvey fólk, tvær markantar røddir í danska kjakinum um útlendingapolitikk, sum frá egnum royndum kenna til tvístøðuna millum trúarfrælsi og at verja t.d. rættindi hjá kvinnum:

Halime Oguz er fødd í kurdiska partinum av Turkalandi, men kom til Danmarkar sum seks ára gomul. Hon er muslimur, men nýtir nógva orku til at stríðast móti kvinnukúging í muslimskum umhvørvum. Nakað, hon kennir frá egnum royndum. Hon hevur sitið á fólkatingi fyri Sosialistiska Fólkaflokkin, men er nú limur í danska javnaðarflokkinum.

Yaqoub Ali er úr Iraq, og hevur verið partur av teimum mest radikaliseraðu og víðgongdu islamistisku umhvørvunum í Danmark. M.a. hevur hann verið í víðgongda bólkinum ”Kaldet til Islam”. Nú hevur hann vent hesum bakið, og nýtir nógva tíð til at ávarða danir um vandan við islamismu – bæði í bókum og í dagligum kjaki. Hetta rindar hann nú ein høgan prís fyri í sínum dagliga lívi.

Onkur spyr, hví tað er viðkomandi at fáa tveir danir at tosa um hetta. Orsøkin er, at Føroyar og Danmark eru ‘forbundin kør’ á hesum øki. Øll, sum fáa ríkisborgararrætt í Danmark, fáa fulla atgongd til føroyska samfelagið. Tí kunnu danskar avbjóðingar skjótt gerast okkara avbjóðingar."

Leinkja til tiltakið

Mest lisið hesa vikuna

Hon man vera heimsins djarvasta kvinna

27. november kl. 13:17

Hetta fari eg aldrin at góðtaka: Alt skal, við djevulsins valdi og mátti flytast úr Vági

27. november kl. 17:06

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

26. november kl. 08:56

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna verður á Tvøroyri - har verða eisini allir kommunulæknarnir

27. november kl. 09:08