Ongi úrslit

Javnleikur millum Montenegro og Føroyar

Ragnar Sjurðarson
4 tímar síðan

Dómarin hevur júst bríkslað fyri seinastu ferð í montenegriska høvuðsstaðnum, Podgorica, har Føroyar og Montenegro hava spælt javnleik 34-34 eftir ein sannan gysara.

Dysturin var sera javnur og álopskendur, og liðini fylgdust nærum allan vegin. Í hálvleikinum var Montenegro á odda 18-17.

Við javnleikinum hava Føroyar nú tryggjað sær trý stig í fyrstu tveimum dystunum í EM-undankappingini.

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist føroyskur toppskjútti við átta málum. Honum á baki komu Óli Mittún og Vilhelm Poulsen við sjey málum í part, meðan Hákun West av Teigum skoraði fimm ferðir. Hjá Montenegro var Branko Vujović mest skorandi leikarin við níggju málum.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00