Mánakvøldið fór kvinnulandsliðið undir fyrireikingarnar til Baltic Cup, sum er á skránni seinni í mánaðinum.
Men áðrenn venjarin, Pætur Smith Clementsen av álvara setti venjingina í gongd, bleiv Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir úr Víkingi heiðrað sum besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í oktobur mánaði.
Hinar báðar, ið eisini vóru tilnevndar hesaferð og við í atkvøðugreiðsluni á sona appini, vóru Birita Ryan úr KÍ, og Evelin Mastropasqua úr 07 Vestur.
Tað var pápi Jensu, Tórolvur Jacobsen, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv frá Føroya Tele, og ein serstakan minnislut, ið er latin av FSF.
Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er skipað í samstarvi við høvuðsstuðlarnar hjá MeistaraDeildini, Atlantic Airways, Bygma Balslev og Føroya Tele.