Ongi úrslit

Jóannes er aftur í KÍ og Klaksvík

Nú verður hann venjari hjá U-11 og U-13 dreingjum

Jonhard Hammer
7. juli kl. 10:13

KÍ boðar frá, at Jóannes Jakobsen er nýggjur venjari í felagnum. Hann verður partur av menningararbeiðnum við U-11 og U-13 dreingir, sigur felagið.

Jóannes Jakobsen var í síni tíð høvuðsvenjari hjá KÍ. Tað var í 1996, 1997 og 1998. Tað fyrsta árið endaði KÍ næstfremst við sama stigatali sum GÍ, ið var meistari fjórða árið á rað. Málmunurin hjá GÍ var +38, og hjá KÍ var hann +31.

Í 1997 endaði KÍ á fimta plássi, og í 1998 endaði KÍ aftur næstfremst. Tá vóru tað sjey stig fram til HB, sum varð meistari.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

16 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00