Ongi úrslit

Johan Dahl við greiðum boðum til Danmarkar: Føroyar skulu hava størri ávirkan á verjupolitikkin

Føroyar hava ikki ta ávirkan á avgerðir um verju og trygd, sum landið eigur at hava. Tað staðfestir Johan Dahl, løgtingsformaður.

© Løgtingið.
Johan Dahl, løgtingsformaður, kravdi størri føroyska ávirkan á verju- og trygdarpolitikkin, tá hann helt røðu í Keypmannahavn.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Danmark má tryggja Føroyum størri ávirkan á avgerðir um hernaðarligt virksemi, eftirlit og trygd í Norðuratlantshavi. Tað vóru greiðu boðini frá Johan Dahl, løgtingsformanni, tá hann helt røðu á 80 ára hátíðarhaldinum hjá Det Udenrigspolitiske Selskab í Keypmannahavn 29. oktober.

Løgtingsformaðurin ávaraði um, at ríkisfelagsskapurin ikki kann halda fram óbroyttur, um hann skal hava eina sterka framtíð.

Føroyar hava ov lítið at siga

Johan Dahl vísti á, at Føroyar hava stóran strategiskan týdning, men at landið kortini hevur ov lítla ávirkan á verju- og trygdarpolitiskar avgerðir.

– Veruleikin er, at Føroyar í dag ikki hava ta ávirkan á avgerðir um verju og trygd, sum okkara strategiski týdningur og tær beinleiðis avleiðingarnar fyri føroyska samfelagið geva grundarlag fyri. Hetta er eitt nú galdandi fyri avgerðir um danska hernaðarliga uppbygging í Norðuratlantshavi, segði Johan Dahl.

Hann gjørdi greitt, at tað ikki er nóg mikið, at Føroyar verða kunnaðar ella hoyrdar, tá avgerðir verða tiknar.

– Tá avgerðir verða tiknar um hernaðarligt virksemi kring Føroyar, eftirlit, havnaviðurskifti ella týðandi undirstøðukervi, mugu Føroyar tryggjast veruliga ávirkan. Ikki bara við at verða kunnaðar. Ikki bara við at verða hoyrdar. Men við at fáa formliga tryggjaða luttøku í avgerðargongdini.

Ríkisfelagsskapurin má broytast

Løgtingsformaðurin heldur, at verandi skipan ikki longur hóskar til tær broytingar, sum fara fram í heiminum.

– Um ríkisfelagsskapurin skal hava eina sterka framtíð, kann framtíðarinnar felagsskapur ikki vera eitt avrit av fortíðini, segði hann.

Johan Dahl vil, at samstarvið millum Føroyar, Danmark og Grønland mennist til eitt nútímans strategiskt samstarv, sum byggir á virðing, javnrættindi, fólkaræði og felags áhugamál.

Danmark skal ikki vita best

Johan Dahl legði eisini dent á, at sjálvsavgerðarrætturin hjá Føroyum og Grønlandi skal virðast.

– Fram um alt krevur tað eina viðurkenning av, at ein nútímans politiskur felagsskapur ikki kann byggja á ta fatan, at annar parturin veit best, hvat er gott fyri hinar partarnar.

Hann undirstrikaði, at størri sjálvsavgerðarrættur hjá Føroyum og Grønlandi ikki eigur at verða mettur sum ein trupulleiki.

Framtíðin skal veljast – ikki arvast

Hóast atfinningarnar sær Johan Dahl stórar møguleikar í framhaldandi samstarvi millum londini.

– Eg trúgvi, at Danmark, Føroyar og Grønland eisini í framtíðini kunnu standa sterkari saman í einum ótryggum heimi. Men tað krevur, at vit tora at nútímansgera samstarvið, at vit tora at býta ábyrgd og ávirkan okkara millum, og at vit virða fólkaræðisligu rættindini hjá hvørjum øðrum.

Løgtingsformaðurin endaði røðuna við einari greiðari áminning:

– Fortíð okkara kann greiða frá, hví vit eru saman. Men hon kann ikki einsamøll avgera, hví vit skulu halda fram saman. Framtíðarinnar felagsskapur kann ikki bara arvast. Hann skal veljast.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Ingrid Elisabeth savnaði 2.100 krónur til børn í neyð: – Eg visti, at onkur fór at verða glaður

26. oktober kl. 14:16

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

12 tímar síðan