Víkingur og Jóhan Josephsen, sum er álopsspælari, hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála.
Jóhan er 21 ára gamal, og barndómsfelagið var KÍ. Á sumari í 2024 skifti hann felag og fór at spæla við B68, har hann eisini var í 2025.
Í 2026 hevur hann ikki spælt, tí hann hevur verið darvaður av skaða.
Sambært FaroeSoccer hevur Jóhan Josephsen spælt 40 dystir og skorað 9 mál í bestu deildini. Jóhan Josephsen hevur verið á øllum unglingalandsliðunum.
Á U-17 landsliðnum spældi hann fýra dystir, á U-19 landsliðnum spældi hann níggju dystir og skoraði tvey mál, og á U-21 landsliðnum spældi hann fýra dystir og skoraði tvey mál.
Nú fer Jóhan Josephsen at spæla við Víkingi, og har siga tey gleða seg um, at Jóhan hevur valt ljósablátt.