Ongi úrslit

Johnny í Grótinum: Hvussu tryggja vit eitt gott samfelag um 50 ár?

Hvussu tryggja vit, at Føroyar eisini um 20, 30 og 50 ár eru eitt gott samfelag at búgva í? Tað verður ein av spurningunum, tá Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, heldur fyrilestur í Norðurlandahúsinum 29. september.

Tíðindaskriv
2 tímar síðan

Johnny í Grótinum verður millum røðararnar á ráðstevnuni Víðari enn BTÚ, sum verður í Norðurlandahúsinum týsdagin 29. september.

Í fyrilestrinum Meira enn BTÚ í føroyskum høpi fer formaðurin í Búskaparráðnum at seta sjóneykuna á samanhangin millum búskap, vælferð og fíggjarpolitiskt haldføri.

Við støði í nýggju haldførisgreiningini fer Johnny í Grótinum millum annað at viðgera, hvussu fíggjarlig, sosial og umhvørvislig atlit kunnu hugsast saman.

Eisini verður hugt at, hvussu politiskar avgerðir kunnu ávirka ymisk ættarlið, hvør ber fíggjarligu byrðarnar, og hvør fær ágóðan.

Endamálið er at seta sjóneykuna á, hvussu menningin í føroyska samfelagnum kann metast út frá øðrum viðurskiftum enn bert bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ.

Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 29. september frá klokkan 9 til 12.30. Eisini verður møguligt at fylgja við á netinum.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til frammanundan.

Betri-samtakið er høvuðsstuðul hjá ráðstevnuni.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

Í gjár kl. 10:07