Jólini í Havn skulu vera meira enn jólatræið, jólaskipið og tey siðbundnu tiltøkini. Í ár verður serliga nógv gjørt burtur úr at skapa lív í miðbýnum, har bæði børn og vaksin kunnu savnast og njóta jólahugnan.
Siri Hansen frá Visit Tórshavn greiðir frá, at ætlanin er at hava okkurt á skránni hvønn dag frá 1. til 23. desember. Endamálið er at fáa fólk oman í býin, har tey kunnu steðga á, ganga ein túr og uppliva jólini.
Miðbýurin skal savna fólk
Tendraða jólatræið og jólaskipið eru framvegis millum størstu jólahendingarnar í Havn. Men sambært Siri Hansen er tað eisini týdningarmikið, at fólk hava okkurt at fara til dagarnar ímillum.
– Vit gera serliga nógv burtur úr jólunum í miðbýnum í ár. Endamálið er at skapa lív og hugna og fáa fólk at koma oman í býin. Vit vilja fegin, at miðbýurin skal vera eitt stað, har fólk savnast og uppliva jólahugnan, greiðir hon frá.
Hon leggur dent á, at jólahaldið skal fevna breitt, so bæði børn og vaksin kunnu finna tiltøk, sum hava teirra áhuga.
Jólatrø gjøgnum tíðina
Eitt av serligu innsløgunum í ár verður ein framsýning við jólatrøum, sum skal vísa, hvussu jólatrø og jólaprýði hava broytt seg gjøgnum tíðina.
Framsýningin verður partur av jólahaldinum í miðbýnum, har ætlanin er at skapa hugnaligar karmar um tey mongu tiltøkini.
Siri Hansen vísir eisini á týdningin av gongugøtunum. Tær gera tað lættari og tryggari hjá fólki at ganga í miðbýnum, serliga hjá barnafamiljum, sum vilja ganga ein túr og uppliva jólahugnan.
Eitt av tiltøkunum, sum skal seta sín dám á jólini, er jólatroyggjukappingin hjá Tórshavnar kommunu.
Kappingin hevur verið í oktober og november, og tilsamans eru 24 jólatroyggjur latnar inn.
Tann 4. desember verða tær allar sýndar fram á einum serligum tiltaki, har fólk fara at ganga modell í jólatroyggjunum. Samstundis verður avdúkað, hvør hevur vunnið kappingina.
Siri Hansen fegnast um undirtøkuna og arbeiðið, sum luttakararnir hava lagt í troyggjurnar. Framsýningin verður sostatt eisini eitt høvi hjá almenninginum at síggja, hvussu ymiskar jólatroyggjur kunnu vera.
Nissuhúgvur skulu fylla býin
Eitt annað nýtt innslag verður eitt tiltak, har fólk verða boðin at koma við sínum egnu nissuhúgvum og ganga saman gjøgnum miðbýin.
Ætlanin er at skipa fyri eini felags gongu frá økinum við Aksel og oman gjøgnum býin. Eisini verður ein vinnari kosin, og tann, sum hevur bestu nissuhúgvuna, fær ein vinning.
Siri Hansen vónar, at nógv fara at taka lut. Tiltakið er eitt av nýggju átøkunum, sum skulu fáa fólk at savnast og samstundis geva jólahaldinum eitt øðrvísi íkast.
Hóast nógv av teimum kendu tiltøkunum verða varðveitt, heldur Siri Hansen, at jólahaldið eisini má mennast.
– Vit royna alla tíðina at menna jólahaldið. Tað ber ikki til bara at standa í stað. Vit mugu eisini finna upp á okkurt nýtt, so fólk hava hug at koma aftur ár eftir ár, sigur hon.
Tað snýr seg sostatt ikki um at skifta gomlu jólatiltøkini út, men um at byggja víðari á tey og skapa fleiri møguleikar hjá fólki at vera saman í býnum.
Okkurt at uppliva hvønn dag
Við eini skrá, sum fevnir um nærum allan desember fram til jóla, verður úrvalið av tiltøkum stórt.
Sambært Siri Hansen er tað trupult at nevna alt, sum fer fram, men á Facebooksíðuni Jól í miðbýnum verður kunnað um tiltøkini og skránna fyri teir einstøku dagarnar.
Málið er, at miðbýurin skal vera eitt stað, sum fólk hava hug at vitja aftur og aftur í jólamánaðinum.
Siri Hansen hevur eina greiða vón fyri teimum, sum koma oman í býin:
– Tað skal vera soleiðis, at ert tú ikki komin í jólahýr, áðrenn tú kemur oman í miðbýin, so ert tú tað í øllum førum, tá tú hevur verið har.