Ongi úrslit

Jólabýurin í SMS verður tendraður

Tíðindaskriv
8 tímar síðan

Mánadagin 9. november kl. 16.30 verður hugnaligi jólabýurin á Torginum í SMS tendraður. Tað er vinnarin av jólaposanum sum fer at tendra jólabýin og samstundis verður jólaposin avdúkaður.

Jólavættrar koma at vitja, og bjóða okkurt lekkurt.

Jólabýurin, sum hevur glett bæði vaksin og børn seinastu mongu árini, er við tíðini vorðin ein partur av jólunum við tað, at er blivin siðvenja hjá nógvum familjum at vitja jólabýin - og kunnu nógv vera samd um, at tað eru ongi jól uttan jólabýin í SMS.

Jólabýurin hevur skift ham á hvørjum ári, og tað fer hann sjálvandi aftur í ár. Tað er sostatt altíð ein serstakur spenningur at síggja jólabýin verða tendraðan, hvussu vættrarnir húsast og hvat teir finna uppá hesa ferð.

Tá jólabýurin í SMS er tendraður, er bert eftir at siga, "Latið bara jólini koma".

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

Í gjár kl. 09:27