Ongi úrslit

Jólini í Vági verða skotin ígongd næsta sunnudag

Í Vági er jólahaldið longt í tvær vikur, men alment byrjar tað næsta sunnudag

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Jólini í Vági verða skotin ígongd næsta sunnudag

Í Vági er jólahaldið longt í tvær vikur, men alment byrjar tað næsta sunnudag

Áki Bertholdsen

Í Vági verða jólini altíð skotin ígongd síðsta sunnudag í novembur. Hesa ferð er tað sunnudagin 29. novembur, sum eisini er fyrsti sunnudagur í advent.

Tá verður tað stóra jóltræið mitt í bygdini, tendrað og í tí sambandi verður skipað fyri ymsum tiltøkum.

Jólamenninir verða sjálvandi eisini við og teir koma við brandbilinum og sjálvsagt hava teir eisini pakkar við til børnini.

Annars verður onkur jólasøga lisin, Onkur frá Frelsunarherinum lesur eisini eitthvørt, kanska jólaevangeiið.

Annars er rættiliga nógv á skránni allan jólamánaðin, sigur Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari í Vági.

Næsta fríggjadag er 27. novembur og tað er stóri útsøludagurin, »black Friday«, tá ið handlarnir hava góð tilboð og tá fara tey eisini at hava leingi opið.

Men vikuskiftið mitt í novembur var stórt tiltak, Jólabrell, í Vágshøll og tá varð høllin stásað upp.

So í roynd og veru er jólahaldið í bygdini longt tvær vikur, sigur Magnus Pauli West.

Hann ásannar, at veðrið hevur stóra ávirkan, hvussu alt hepnast, men allur býurin verður pyntaður við ljósum.

Eitt tiltak, sum tey vóna fer at samla nógv fólk, eru jólasmátturnar, sum verða sett upp á plássinum frammanfyri gamla Sev-húsinum mitt í Vági.

Har plaga felagsskapir av ymsum slagi at selja ymiskt, heimavirkað, bæði heimabakað, og annað.

Suðuroyar Sparikassi hevur eisini ein jólabý, sum letur upp tá ið jólatræið verður tendrað og sum annars er opin hvønn dag, ímeðan bankin hevur opið.

Hóskvøldið 3. desembur verður jólakonsertin í Vágs kirkju, har fleiri kór fara at syngja, bæði Orðið Á Borðið, Ljómur, Mansbólkurin á Tvøroyri, Streingjakórið í Porkeri, Sumbiarkórið og Tonika, sum er ein bólkur av Tvøroyri.

Tann 14. desembur hevur eisini musikkskúlin konsert í auluni í skúlanum.

Og annars hava skeinkistøðini bæði, Biskupskelda og hjá Jugga, eisini fleiri tiltøk í jólamánaðinum og fleiri ferðir er eisini livandi tónleikur.

Magnus Paulu West sigur, at somuleiðis hava bæði Frelsunnarherurin og kirkjan fleiri tiltøk í jóamánaðinum, og Frelsunnarherurin hevur eisini sett eina jólagrýtu, sum tey kalla tað, í onkrar handlar har tað ber til hjá fólki at stuðla tí vælgerandi arbeiðnum hjá teimum, eisini vælgerandi arbeiðnum tey gera á jólum.

Og fólk, sum fara til Vágs á jólum, skulu ikki vera bilsin av at møta einum jólamanni á gøtuni, tí teir fara at ganga runt av og á.

Verkstaðið á Bakka hevur sølubúð frá 23. novembur til tollaksmessudag, og har eru alskyns vørur at fáa, sum tey, sum arbeiða har, hava gjøry.

Eitt serliga væl umtókt tiltak

Eitt tiltak, sum er serliga vælumtók, er, at jólaaftansmorgun hevur Pálshøll opið frá klokkan átta til 10.30 og tá fara nógv fólk í høllina at hugna sær.

Tað er so vælumtókt, at tað er tann dagurin í árinum, tá ið flest fólk eru í Pálshøll.

Og trivnaðarleiðarin heldur, at tað er ein frálíkur máti, eitt nú hjá barnafamiljum, at byrja sjálvt jólahaldið upp á, og kanska at fáa børnini at hugsa um annað eina løtu, enn jólagávur.

Annars gera tey eina fullfíggjaða skrá fyri alt, sum fer fram upp undir jól og hon kemur út fyrsta dagin.

Mest lisið hesa vikuna

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

Hon man vera heimsins djarvasta kvinna

11 tímar síðan

Hetta fari eg aldrin at góðtaka: Alt skal, við djevulsins valdi og mátti flytast úr Vági

8 tímar síðan

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

Í gjár kl. 08:56

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20