Kaj Leo: – Eg fari at biðja løgtingið um eina eykajáttan

Landsstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sigur, at hann fer at biðja løgtingið um eina eykajáttan til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, nú játtanin fyri í ár er brúkt

(Mynd: Heilsumálaráðið)
Sigurjón Einarsson
1. juli 2022 kl. 17:28

– Eg fari at biðja løgtingið um eina eykajáttan, men løgtingið kemur ikki saman fyrr enn á ólavsøku, so tíðarhorisonturin, nær ein eykajáttan kemur í tingið, er í august ella september mánaði, sigur landsstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen við Dimmalætting, nú játtanin fyri í ár, um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, er brúkt.

Tað var í gjár, at Heilsutrygd kunngjørdi, at játtanin til royndarskipanina við ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð er uppi. Hetta merkir, at Heilsutrygd bert hevði møguleika at rindað fyri viðgerðir til og við í gjár, 30. juni 2022.

– Vit á Heilsutrygd eru sera hørm um støðuna, tí tað vísir seg, at stórur tørvur er á skipanini, og hon hevur virkað væl, skrivar Heilsutrygd á heimasíðu sínari.
Heilsutrygd vísir á, at mann upprunaliga ikki hevur mett tørvin so stóran, sum hann nú vísir seg at vera.

Fer at biðja um 2,2 milliónir
Eftir ætlan skuldi royndarskipanin fara í gongd longu 1. desember í 2020, men hon strandaði, tá ósemja um gjaldið tók seg upp millum Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, men í apríl í ár kundi landsstýrismannin vátta, at skipanin fór í gongd eftir páskir í ár, sum hon eisini gjørdi.

– Vit hava havt 4.100 viðtalur, og vit hava hjálpt 500 fólkum higartil. Áðrenn skipanin byrjaði, so fingu hesi ungu fólkini onga hjálp. Heilsutrygd hevur biðið um eina eykajáttan upp á 2,2 milliónir krónur, og tað er tann upphæddin, sum eg fari at biðja løgtingið eina eykajáttan um. Hetta, so vit kunnu hjálpa teimum fólkum, sum hava brúk fyri hesari hjálpini nú, men eisini enn fleiri fólkum í framtíðini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Landsstýrismaðurin vísur á, at tað hevur verið tørvur á hesari skipanini við ókeypis sálarhjálp, og tí fer hann eisini at arbeiða fyri, at játtanin til hetta økið fer at økjast til komandi fíggjarlóg í næsta ár.

Játtanin til royndarætlanina, við ókeypis sálarfrøði til 15-35 ára gomul, var í ár 3,65 milliónir krónur, men landsstýrismaðurin heldur, at tað hevði sømt seg, um hendan skipanin verður eftirmett, nú tørvurin hevur víst seg at vera so stórur, sum hann er.

– Vit hava ongantíð roynt hetta áður, men vit síggja, at tað er stórur tørvur á ókeypis sálarfrøðiligari hjálp, tí má hetta eftirmetast, so vit kunnu finna fram til røttu upphæddina til fíggjarlógina komandi ár.

Tilboð til tey ungu
Royndarskipanin um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til ung fólk í aldrinum 15 - 35 ár byrjaði eftir páskir í fjør. Hetta er ætlað teimum, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi.

Landsstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, kunngjørdi í samband við, tá royndarskipan varð sett í verk, at skipanin fer at vera galdandi til 31. oktober í 2023.

Tilboðið fevnir um øll økir í landinum, og umfatar upp til 12 ókeypis viðtalur hjá sálarfrøðingi.

Tað er kommunulæknin, sum ávísir til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, sum annaðhvørt kann vera einstaklingaviðgerð ella bólkaviðgerð.