Ongi úrslit

Kaj Leo rósar Bylgjuni: Atgongdin hjá koyristólsbrúkarum er í topp

Góða atgongdin hjá koyristólsbrúkarum fær serligt rós frá Kaj Leo Holm Johannesen eftir vitjan í nýggju svimji- og vælveruhøllini í Runavík.

© Privat mynd.
Kaj Leo Holm Johannesen er hugtikin av nýggju svimji- og vælveruhøllini í Runavík. Serliga rósar hann góðu atgongdini hjá koyristólsbrúkarum, sum hann sigur vera í topp.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

– So havi eg vitjað svimji- og vælveruhøllina í Runavík.

Soleiðis skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook, har ið hann serliga rósar atgongdini hjá koyristólsbrúkarum.

– Eg var hugtikin av svimjihøllini. Eg havi hug at fara at svimja aftur. Hon er gjørd til okkum koyristólsbrúkarar við einari atgongd, sum var til "UG" til mín, skrivar hann.

Atgongdin fær rós

Nýggja svimjihøllin er partur av ítróttardeplinum Bylgjuni í Runavík.

Høllin er sniðgivin við serligum atliti at góðari atgongd fyri øll – eisini fólk við rørslutarni, børn og eldri.

Har eru millum annað breiðar gongir og rúmlig umklæðingarrúm, sum eru lagað til fólk við rørslutarni. Eisini er pláss fyri hjálpartólum og hjálparfólki, um tørvur er á tí.

Vil aftur í hylin

Vitjanin hevur eisini givið Kaj Leo Holm Johannesen hug at fara at svimja aftur. Samstundis takkar hann borgarstjóranum og býráðnum fyri íløguna.

Svimjihøllin hevur tríggjar hyljar: ein 25 metrar langan svimjihyl við átta geilum, ein barnahyl og ein heitan hyl í vælveruøkinum.

Sí fleiri myndir á Facebook.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

Í gjár kl. 11:31