Føroyski fólkatónleikabólkurin Kalas skrivar søgu, tá Føroyar fyri fyrstu ferð verða umboðaðar á almennu skránni hjá Folkelarm, sum er ein av fremstu stevnum í Noregi fyri fólkatónleik og dans.
Stevnan verður hildin í Riksscenen í Oslo 19.–22. november og savnar tónleikarar, fyriskiparar og umboð fyri altjóða tónleikavinnuna.
Tvær konsertir við Kalas
Kalas fer at spæla tvær ymiskar konsertir leygardagin 21. november.
Fyrra framførslan verður á Intimscenen klokkan 00.00, har bólkurin fer at spæla lívligan dansitónleik. Seinna konsertin verður klokkan 21.10 í Lavvo, einum siðbundnum samiskum telti, har bólkurin fer at spæla eina stillførari, akustiska konsert.
Kalas er mannaður av fýra vinkonum, sum hava kent hvørja aðra frá barnaárunum: Døgg Jógvansdóttir úr Dímun á violin, Kristianna Skarphéðinsdóttir Joensen á harmoniku, Bjørt Holm á sello og Sigrið F. Hansen á kontrabass.
Bólkurin sameinir klassiskan tónleik við føroyskan og norðurlendskan fólkatónleik.
Fyrsta útgávan, Minnisgripir, kom í februar 2025 og varð tilnevnd til tvær virðislønir á Faroese Music Awards 2026.
FMX vil styrkja føroyskan tónleik uttanlands
Faroe Music Export (FMX) luttekur eisini á Folkelarm og skipar fríggjadagin 20. november fyri einum tiltaki, har umboð fyri altjóða tónleikavinnuna og festivalfyriskiparar kunnu knýta sambond.
– Folkelarm hóskar sera væl til okkara arbeiði at fáa føroyskan tónleik fram uttanlands, serliga fólkatónleik. Tíðarsetingin kundi neyvan verið betri, nú ein spennandi ungur bólkur sum Kalas hevur so góða framgongd, sigur Glenn Larsen, stjóri í FMX.