Miðlar hava sagt frá, at Jacob Vestergaard ætlar at broyta lógina, so P/f Norðoyatunnilin kann standa fyri og gjalda fyri projekteringina av einum undirsjóvartunli til Kalsoyar. Sambært landsstýrismanninum hevur felagið pengar til tað. Men tað, eg sakni svar upp á, er: Hvør skal gjalda fyri at byggja sjálvan tunnilin?
Tað kann enda við, at vit í fara at bora tríggjar tunlar í senn. Til Tjørnuvíkar hevur landsstýrismaðurin nevnt seint í 2027 ella tíðliga í 2028 sum møguliga byrjan, og okkum í Vestmanna er lovað, at farið verður at bora, áðrenn samgonguskeiðið er av.
Fyribils er ætlanin at projektera Kalsoyartunnilin. Kortini hevur tunnilsætlanin longu ávirkað, hvør ferja verður raðfest fyrst. Kringvarpið bar 8. oktober tíðindini um, at nýggja ferjan til Kalsoyar varð løgd til viks, meðan tunnilsloysnin verður kannað. Og 2. november kom fram, at landsstýrismaðurin hevði biðið Fíggjarnevndina raðfesta nýggja skipið til Svínoyar og Fugloyar fram um kalsoyarferjuna, sum annars skuldi smíðast fyrst.
Tá landsstýrismaðurin longu broytir raðfylgjuna fyri nýggju ferjurnar, lesi eg tað sum eitt greitt tekin um, at hann vil fáa Kalsoyartunnilin gjørdan sum skjótast. Enn er ikki greitt, nær farið verður at bora. Men verður farið undir byggingina stutt eftir, at projekteringin er liðug, kunnu Kalsoyartunnilin, Tjørnuvíkartunnilin og Vestmannatunnilin allir vera í gerð um somu tíð.
Skal Norðoyatunnilin gjalda fyri projekteringina, so eigur ein treyt at vera greið frá byrjan: Felagið skal eisini gjalda fyri at gera sjálvan tunnilin. Tí tá kanningarnar eru gjørdar, tekningarnar liggja klárar og pengarnir til projekteringina eru brúktir, er lætt at siga: Nú eru vit komin so langt, at vit mugu gera tunnilin. So verður landskassin biðin um at gjalda restina.
Og hvat hendir tá? Jú, tá er projekteringin av Vestmannatunlinum helst eisini liðug. So kunnu báðar verkætlanirnar liggja klárar at bjóða út og kappast um somu pengar úr landskassanum.
Og so kunnu vit í Vestmanna aftur fáa boð um at bíða.
Tað kann ikki vera rætt!
Eg unni væl kalsoyingum eitt betri ferðasamband. Men áðrenn Løgtingið tekur støðu til projekteringina av Kalsoyartunlinum, má landsstýrismaðurin siga greitt, hvør skal gjalda fyri sjálva byggingina. Løgtingið má halda fast við, at Vestmannatunnilin er næstur í røðini. Vit hava bíðað nóg leingi. Okkum er lovað, at farið verður at bora í hesum samgonguskeiðnum, og tað lyftið skal haldast.