Ongi úrslit

Kanada: Toskvotan hækkar 55 prosent eftir søguligan bata

Norðurtoskurin er fyri fyrstu ferð síðan 1992 mettur at vera væl fyri, og vinnukvotan hækkar úr 38.000 upp í 59.000 tons.

Edmund Jacobsen
7. juli kl. 18:00

Kanada letur nú munandi meira upp fyri fiskiskapi eftir toski við Newfoundland og Labrador. Samlaða loyvda veiðan hækkar í 2026 úr 38.000 upp í 59.000 tons. Tað er ein vøkstur á 55 prosent.

Avgerðin er tikin, eftir at nýggjasta vísindaliga ráðgevingin vísir, at stovnurin er komin fyri seg. Tað er fyrstu ferð síðan veiðubannið í 1992, at norðurtoskurin er mettur at vera í góðum standi.

Størri fiskiskapur

Tann flotin, ið fiskar tættast við land, fær framvegis størsta partin av kvotuni. Hann fær 70 prosent, svarandi til 41.300 tons. Hin parturin av kanadiska flotanum fær 20 prosent, ella 11.806 tons, meðan upprunafólk og serligar tillutanir fáa 10 prosent, svarandi til 5.895 tons.

Joanne Thompson, fiskimálaráðharri, sigur, at hækkingin er úrslit av vísindaligari umsiting og samrøðum við fiskimenn, upprunafólk, myndugleikar í landslutinum og vinnuna.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

16 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00