Ongi úrslit

Karstin fer at keypa fleiri spælarar

Teir flestu á meistaraliðnum fara at halda fram, men NSÍ formaðurin sigur, at felagið arbeiðir við at keypa spælarar bæði innanlands og uttanlands

Jonhard Hammer
4 tímar síðan

Tað er ein fegin NSÍ formaður, sum saman við so sera mongu fjepparunum er á Svangaskarði og heiðrar NSÍ, sum við 3-0 sigri ímóti B68 staðfesti meistaraheitið.

Karstin Hansen og hini í NSÍ leguni hava skund, tí longu klokkan 17 hevur Runavíkar kommuna bjóðað til móttøku í hølunum hjá BORG á Glyvrum, og klokkan 20 verður ársveitsla og FM veitsla.

-Nú fegnast vit um FM heitið saman við øllum teimum mongu fegnu fjepparunum. Tað hava vit øll uppiborið, tí vit eiga øll lut í meistaraheitinum, sigur Karstin Hansen.

Tá ið vit spyrja hann, hvussu tað gongur við fyrireikingunum til næsta kappingarár, so svarar hann soleiðis:

-Vit hava tosað bæði við venjaran og spælararnar, sum ikki hava skrivað undir fyri næsta ár. Venjarin fer aftur til Ísland týsdagin, og tá vóna vit, at vit hava fingið greiðu á, hvussu tað verður við honum. Tað er einki dulsmál, at hann umhugsar, um hann skal halda fram hjá okkum, ella um hann fer heim til familjuna í Íslandi. Vit vóna, at flestu spælararnir fara at halda fram. Men tað verður neyðugt at styrkja um liðið, nú vit næsta ár ætla okkum at royna at verja FM heitið samstundis, sum vit fara at spæla ú Champions League. Vit leita eftir spælarum bæði í Føroyum og esini uttanlands, sigur Karstin Joensen, sum fýra tey seinastu árini hevur verið formaður í NSÍ.

 Millum teir, sum eisini í 2027 fara at spæla við NSÍ, eru Klæmint A. Olsen, sum skoraði 2-0 máliði dag, og sum nú í 444 landskappingardystum hevur skorað 269 mál og er metmaður á landsliðnum, og so Petur Knudsen, sum var leikbannaður í dag, og sum eftir síðsta bríksl kom á vøllin og sum liðformaður tók ímóti FM steypinum.

Mest lisið hesa vikuna

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Ingrid Elisabeth savnaði 2.100 krónur til børn í neyð: – Eg visti, at onkur fór at verða glaður

26. oktober kl. 14:16