Ongi úrslit

Kasakstan lendir ikki í kvøld

Illfýsna veðrið argar bæði føroyska landsliðið og ferðalagið úr Kasakstan, sum er á veg til Føroya

Jóannes Hansen
6 tímar síðan

Vánaliga veðrið í dag ávirkar fyrireikingarnar undan Nations League landsdystinum, sum seinnapartin leygardagin verður á Tórsvølli millum Føroyar og Kasakstan.

Ferðalagið úr Kasakstan ferðast við leiguflogfari, sum lokala flogfelagið Astana Nursultan Nazarbayev eigur. Ætlanin var, at flogfarið skuldi lenda í Vágum klokkan seks í kvøld, men soleiðis verður tað ikki. Vánaliga veðrið er orsøk til, at øll flogferðsla nú seinnapartin og í kvøld er avlýst.

Ættin er sunnan, sum verður søgd at vera vánalig ætt á flogvøllinum í Vágum. Í løtuni er vindferðir 18 metrar um sekundið og í hvirlunum upp í 27 metrar um sekundið. Einar tríggjar tímar eftir midnátt verður hann útsynningur, og soleiðis verður ættin fyri tað mesta í morgin, tá ið vindferðin verður 15 til 18 metrar um sekundið. Klokkan 8 í annaðkvøld minkar vindurin til 11 til 12 metrar um sekundið.

Illfýsna veðrið ávirkar eisini fyrireikingarnar hjá føroyska liðnum. Landsliðshópruin hevur verið savnaður á gistingarhúsi síðani seinnapartin í gjár. Ætlanin var at venja klokkan 13 í dag, men vánaliga veðrið er orsøk til, at venjingin í fyrstu atløgu er útsett til klokkan 16.

Fyrsti dysturin í hesi Nations League kappingini verður leygardagin klokkan 17. Dómarabólkurin er av Malta, og dómari verður Ishmael Barbara.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

9 tímar síðan