Ongi úrslit

Keðilig tíðindi fyri rockfjepparar: Deep Purple útsetir konsertferð

Heilsutrupulleikar hjá sangaranum Ian Gillan hava fingið heimskenda rockbólkin Deep Purple at útseta restina av konsertferðini í Evropa.

Heilsutrupulleikar hjá sangaranum Ian Gillan hava fingið heimskenda rockbólkin Deep Purple at útseta restina av konsertferðini í Evropa.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Rockbólkurin Deep Purple hevur útsett restina av konsertferðini í Evropa og Bretlandi, eftir at sangarin Ian Gillan varð bráðinnlagdur á sjúkrahús í Leipzig í Týsklandi.

Í einum brævi til fjeppararnar greiðir Gillan frá, at hann fekk heilsutrupulleikar, sum kravdu bráðfeingis viðgerð.

– Eg hevði vónað, at læknarnir fóru at geva mær loyvi at halda fram, til konsertferðin var liðug. Men tað er stórur heilsuvandi við at gera tað, sigur hann.

Eftir tilmæli frá læknunum og leiðsluni hjá bólkinum er avgerð tikin um at útseta allar tær konsertirnar, sum eru eftir á ferðini.

– Eg eri sera harmur um trupulleikarnar, sum hetta kann hava við sær, men hetta er best fyri øll, sigur Ian Gillan.

Deep Purple náddi tó at spæla í Royal Arena í København 25. oktober, áðrenn heilsutrupulleikarnir tóku seg upp.

Enn er ógreitt, nær konsertferðin kann halda fram.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

23 tímar síðan

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Merkið fær størri rúmd í Ríkisfelagsskapinum

30. oktober kl. 09:14

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00