Gunnar Skúvadal og KG Hotel fingu hvør sín heiður fyri serlig avrik í føroyskari ferðavinnu, tá Ferðavinnustevnan varð hildin á Hotel Hafnia fríggjakvøldið 6. november.
Heiðrarnir verða latnir fyri arbeiði og átøk, sum hava verið við til at menna og styrkja føroysku ferðavinnuna.
Gunnar Skúvadal heiðraður fyri áralangt arbeiði
Gunnar Skúvadal varð kosin Ársins ferðavinnufólk fyri sítt áhaldandi arbeiði og stóra íkast til føroyska ferðavinnu.
Í grundgevingini varð serliga víst á, at hann í nógv ár hevur verið ein av berandi kreftunum í ferðavinnuni.
Hann hevur megnað at sameina føroyska søgu, mentan, matupplivingar og náttúru í fjølbroytt ferðavinnutilboð, sum hava givið ferðafólkum serstakar upplivingar.
Samstundis hevur hann ment sína egnu fyritøku og verið við til at skapa og varðveita eitt livandi ferðavinnuumhvørvi.
Gunnar Skúvadal verður í grundgevingini lýstur sum ein eldsál, ið hevur gjørt stóran mun fyri føroyska ferðavinnu.
KG Hotel heiðrað fyri dirvi og nýhugsan
KG Hotel varð kosið Ársins átak fyri eina stóra og framsøkna íløgu, sum sambært dómsnevndini hevur skapt nýggjar møguleikar í ferðavinnuni.
Hotellið hevur sameint nútímans hentleikar, vælveru og føroyska náttúru í einum nýggjum ferðavinnutilboði.
– Átakið er meira enn eitt nýtt hotel. KG er eitt nýbrot, sum skapar nýggjar møguleikar, gevur økinum nýtt lív og er eitt týðandi íkast til menningina av føroyskari ferðavinnu, stendur í grundgevingini.
Í dómsnevndini sótu Henny á Líknargøtu frá Ferðavinnufelagnum, Guðrið Højgaard frá Visit Faroe Islands og Annika Lisberg, sum umboðaði kunningarstovurnar.