Ongi úrslit

KÍ hevur skrivað undir við málverja

Mark F. Jensen spælir fyri síðstu ferð í morgin, og Sebastian Linnet John er komin fyri seg aftur eftir langan skaðasteðg

ju.fo
1 tími síðan

KÍ skrivar soleiðis í kvøld:

 

Eftir at hava roynt seg í ymsum donskum feløgum kom Sebastian Linnet John í føroyskan fótbólt sum málverji hjá 07 Vestur í 2024. Síðstu tvey árini hevur hann verið málverji á KÍ-liðnum saman við Mark F. Jensen. Eftir at hava staðið sum fyrsti málverji fram til sjeynda umfar í ár fekk Sebastian álvarsliga skaða, sum hevur hildið honum uttanfyri liðið, tað sum eftir er av kappingarárinum. Síðan skurðviðgerð og miðvísa venjing er líkt til, at Sebastian aftur er tilreiðar at koma í dyst til várs.

Um kappingarárið sigur Sebastian: “Hendan tíðin við skaðanum hevur persónliga verið hørð fyri meg. Tí eri eg sera eldhugaður at koma ígongd aftur komandi ár og vera við til at fáa mansliðið aftur á tað støði, har tað eigur at vera. Eg eri ógvuliga taksamur fyri, at felagið aftur gevur mær høvi at verða partur av hópinum og ætli mær at geva KÍ aftur alt tað eg eri mentur.”

KÍ fegnast um tvey ára sáttmála við málverjan og ynskir honum bestu eydnu framyvir!

Mest lisið hesa vikuna

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Leita eftir manni í Havn

Í gjár kl. 07:46

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær

24. oktober kl. 09:59

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38