KÍ-venjarin framdi harðskap í býnum

Meðan KÍ-spælarar og viðhaldsfólk næstseinasta leygarkvøld hátíðarhildu, at 20. meistaraheitið hjá felagnum var fingið til høldar, gekk Mikkjal Thomassen, KÍ-venjari, í havnargøtum, har hann var frá sær sjálvum og sló ein fótbóltsdómara, ein leikara í Betri Deildini, ein kringvarpsjournalist og ein málmansvenjara. Eisini kom hann við hóttanum. Mikkjal Thomassen er ógvuliga harmur um sín atburð og hevur biðið Víking-spælaran og liðformannin hjá honum um umbering

Annað árið á rað hevur KÍ við Mikkjali Thomassen sum venjara vunnið FM-heitið. Kvøldið, tá meistaraheitið í ár varð ein sannroynd, var hann í býnum í Havn, har hann gjørdi um seg og í hvussu er hevur sligið fýra mans umframt at koma við ókvæmisorðum og hóttanum (Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
26. september 2022 kl. 17:00

- Eg eri ógvuliga harmur um mín atburð í býnum, og eg havi givið einum fótbóltsspælara hjá Víkingi, sum eg við vissu veit, at eg havi verið ófantaligur ímóti, eina treytaleysa umbering, sum viðkomandi tók ímóti, og eg havi eisini biðið liðformannin hjá Víkingi um umbering fyri hesa hending.

Tað sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, sum næstseinasta leygarkvøld gjørdi um seg í býnum í Havn. Hann hevur ikki aðrar viðmerkingar í løtuni.

Dimmalætting veit í hvussu er um fýra mans – ein fótbóltsdómara, sum dømir í Betri Deildini, ein spælara hjá Víkingi í Betri Deildini, sum Mikkjal Thomassen sjálvur nevnir, ein kringvarpsjournalist og ein málmansvenjara – sum allir fingu svian at føla frá illa KÍ-venjaranum. 

Allir vildu teir ynskja honum til lukku við nývunna meistaraheitinum hjá KÍ, men vórðu møttir við illbønum, hóttanum og sløgum á bringuna við knýttum neva.

Rómur í Klaksvík
Tað var annars stór frøi í Klaksvík leygarkvøldið 17. september, tá HB á Tórsvølli hevði vunnið 2-1 á Víkingi, og tað tískil var greitt, at besta mansliðið hjá KÍ hevði endurvunnið FM-heitið frá í fjør. Samstundis var hetta tað 20. føroyameistaraheitið í 118 ára longu søgu felagsins.

Fólk fóru av húsum í Klaksvík og tustu oman á heimavøllin við Djúpumýru, har alt var gleði og rómur.

Men meðan KÍ-leikarar og viðhaldsfólkini hátíðarhildu stóra dagin á teirra heimavølli, var Mikkjal Thomassen í Havn, har hann tók lut í einari hugnaløtu hjá gylta B36-liðnum, sum við honum sum venjara vann meistaraheitið í 2011. 

Fekk nevan sum tøkk
Seinni um kvøldið fór Mikkjal Thomassen saman við øðrum í býin, og tá var tað, at hann gjørdist frá sær sjálvum.

Keldur hjá Dimmalætting greiða frá, at uttan fyri matstaðið Tarv í Vágsbotni kom fótbóltsspælarin hjá Víkingi yvir at ynskja KÍ-venjaranum til lukku við meistaraheitinum. Mikkjal Thomassen svaraði við at geva honum ein neva beint á bringuna og hótti síðan við at knúsa hansara yrkisleið bæði í fótbólti og í borgarliga starvinum.

Dimmalætting hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Víkinga-spælaranum, men hann sigur í stuttum boðum, at hann ongar viðmerkingar hevur til málið í løtuni.

Tað er hesin spælarin, sum hevur fingið eina treytaleysa umbering frá Mikkjali Thomassen.

Ein tíðindamaður hjá KvF fekk eisini toyggið uttan fyri Tarv, tá hann skuldi ynskja KÍ-venjaranum til lukku. Tíðindamaðurin fekk eitt lítið slag á armin umframt nøkur borgarlig orð frá Mikkjali Thomassen, men tíðindamaðurin valdi tá at skunda sær burtur frá støðuni.

Legði á dómara
Seinni um náttina, um fýratíðina, vóru Mikkjal Thomassen og hansara fylgi uttan fyri Essabarr, har ein fótbóltsdómari í Betri Deildini stóð og tosaði við ein KÍ-leikara, sum eisini var í býnum. Brádliga fór KÍ-venjarin yvir til fótbóltsdómaran, sum bæði fekk ókvæmisorð oman yvir seg og nevan. 

– Eg eri í iva um, um hann segði okkurt um meg og mítt dómaraavrik, ella um tað var um dómarar generelt, men brádliga fekk eg ein knýttan neva beint á bringuna. Slagið var hart, tí eg fór eitt ella tvey fet eftir hæli. Eg gjørdist so mikið kløkkur av hesum, at eg ikki minnist, hvat meira bleiv sagt við meg, greiðir fótbóltsdómarin, sum vil vera dulnevndur, frá.

Aðrir sjónarváttar, sum Dimmalætting hevur tosað við, siga, at Mikkjal Thomassen, aftaná at hava sligið fótbóltsdómaran, bleiv við at hótta hann, og tað so ógvusliga, at fólk, sum venjarin fylgdist við, løgdu uppí og royndu at sissa hann. 

Tá fekk ein spælari frá 2011-árganginum hjá B36 eisini av grovfýluni frá illa KÍ-venjaranum, og aðrir menn, sum fylgdust við honum og royndu at sissa hann, fingu eisini av at vita.

Fjórða harðskapshendingin, sum Dimmalætting veit um, var í Klubbagarðinum, har Mikkjal Thomassen gav einum málmansvenjara eitt harðligt slag á bringuna við báðum hondum, eftir at hesin var komin yvir til Mikkjal at ynskja honum til lukku við meistaraheitinum.

Møguliga meldaður
Dimmalætting hevur frætt, at í hvussu er ein av hendingunum, har Mikkjal Thomassen gjørdi um seg stóra hátíðarkvøldið hjá KÍ og náttina við, er meldað til løgregluna. 

Hesi tíðindi hevur Dimmalætting ikki fingið váttað, men frá løgregluni fáa vit tó at vita, at trý mál um harðskap, sum er framdur onkustaðni í Føroyum hetta tíðarskeiðið, eru meldað, og at í hvussu er eitt av málunum er um harðskap, sum er framdur í Havn.