Ongi úrslit

Kjarnorka í Føroyum: Sev hevur biðið serfrøðing kanna møguleikarnar

Bygginevndin hjá Sev hevur biðið føroyskan kjarnorkuserfrøðing kanna, um kjarnorka kann gerast partur av framtíðar føroysku elskipanini.

© Sev.
Bygginevndin hjá Sev (mynd) hevur biðið føroyskan kjarnorkuserfrøðing kanna, um kjarnorka kann gerast partur av framtíðar føroysku elskipanini.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Sev hevur nú tikið eitt ítøkiligt stig í kjakinum um kjarnorku í Føroyum. Bygginevndin hevur biðið um eitt upprit um møguleikarnar við kjarnorku. Endamálið er at fáa eitt betri fakligt grundarlag undir arbeiðið við veitingartrygd og framtíðar elskipanini.

Føroyskur serfrøðingur hevur gjørt kanningina

Johan Pauli Magnussen, sum er Ph.D. í kjarnorkuvísindum og starvast hjá UK Atomic Energy Authority, hevur gjørt kanningina. Uppritið lýsir fyrimunir, vansar og avbjóðingar við kjarnorku í mun til føroysku elskipanina.

– Tað er umráðandi fyri okkum at kanna allar møguleikar og fáa ítøkiliga vitan um evnið, sigur Heðin Mortensen, formaður í bygginevndini hjá Sev.

Bygginevndin hevur enn ikki viðgjørt uppritið til fulnar. Sambært Heðini Mortensen er kanningin eitt stig á leiðini móti einum sakligum kjaki um kjarnorku í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Máttu í fjøllini at bjara útlendskum ferðamanni oman á slætt

9 tímar síðan