Ongi úrslit

Kjølurin strektur til nýggjan Klaksvíking

Sámal Hansen fer nú at smíða tríggjar bátar til kappróðrarfelagið í Klaksvík

Klaksvíkar Róðrarfelag
3 tímar síðan

Klaksvíkar Róðrarfelag skrivar soleiðis:

Kjølurin á nýggja KLAKSVÍKINGI er strektur í vikuni. Tað er Sámal Hansen, bátasmiður, sum smíðar okkum nýggja 10-mannafarið.

Nú eru tvey ár síðani, at Klaksvíkar Róðrarfelag bílegði tríggjar nýggjar bátar frá Sámali: eitt 10-mannafar, eitt 8-mannafar og eitt 5-mannafar.

Fyrsti báturin, sum verður latin okkum, er 10-mannafarið KLAKSVÍKINGUR. Hinir báðir verða smíðaðir í 2027 og í 2028. Við hesari risa íløguni meta vit, at Klaksvíkar Róðrarfelag er væl fyri at taka ímóti ungdómi, sum vil luttaka í okkara tjóðarítrótti.

Tað eru tvær orsøkir til, at vit spenna okkum so ógvisliga út og hava bílagt tríggjar nýggjar bátar til felagið. Tann fyrra er, at tað seinastu árini hevur verið ómetaliga nógv virksemi í Klaksvíkar Róðrarfelag, og at bátarnir tí eru væl slitnir. Tann seinna er, at bátasmiðirnir nú eru so fáir, at tað verður truplari og truplari at útvega góðar kappróðrarbátar. Bíðitíðin er long.

Íløgan, sum táttar upp ímóti kr. 900.000, verður fíggjað við stuðulstiltøkum, stuðlum og sjálvbodnum arbeiði.

KLAKSVÍKINGUR ’27 er mannaður við góðum fólki og bjóðar FM-vinnaranum Orminum Langa, eins og Havnabátinum, Eysturoyingi og øðrum møguligum 10-mannaførum, av í 2027

 

Mest lisið hesa vikuna

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Leita eftir manni í Havn

Í gjár kl. 07:46

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær

24. oktober kl. 09:59

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38