Runavíkar kommuna skrivar soleiðis í kvøld:
Aftur í ár fara vit at heiðra fýra eldsálir í kommununi. Hetta verður gjørt sunnudagarnar í Advent, har eldsálirnar fara at tendra ljósini á adventskransinum. Stásiligi adventskransurin, sum Anette Sonne tilevnar, kemur at standa mitt í býnum millum Føroya Tele og Blákross búðina.
Kennir tú onkran, sum ger okkurt heilt serligt fyri okkara nærumhvørvi? Onkran, sum altíð er klár, ella klárur, at taka ábyrgd og leggur hjarta og sál í sítt – ofta sjálvbodna - arbeiði? So hevur tú høvi at tilnevna tey til ársins eldsál.
Øll hava møguleikan at tilnevna eina eldsál. Freistin er 16. november.