Ongi úrslit

Nú sleppa kommunur skjótt at seta vakmyndatól upp fyri at bøta um trygdina

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Nú skulu kommunur sleppa at seta vakmyndatólk upp á ávísum støðum fyri at bøta um trygdina. Tað er endamálið við einum uppskoti, Beinir Johannesen, løgmaður, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.

Løgmaður sigur, at fyri at økja um trygdina á serligum støðum í kommununi, kann kommunustýrið, eftir tilmæli frá løgregluni, seta vakmyndatóll upp á gøtu á pláss ella á líknandi øki, har fólk og ferðsla annars vanliga er.

Her verður mest hugsað um støð har nógv fólk samlast, eitt nú í sambandi við náttarlívið.

Tilmælið frá politinum er galdandi í tvey ár í senn, so skal tað endurskoðast. Kommunurnar sleppa ikki at síggja upptøkurnar, men tær kunnu latast løgregluni, tó ikki fyrr enn dómsvaldið hevur givið loyvi til tað.

Upptøkurnar kunnu viðgerast av øðrum enn løgregluni, tá ið hetta er neyðugt í samband við eitt ítøkilig revsimál. Men treytin er eisini, at upptøkurnar skulu, í mesta lagi, goymast í ein mánað, so skulu tær strikast.

Hetta er eitt mál, sum hevur verið til politiska umrøðu fleiri ferðir. Tað varð eisini samtykt í Løgtinginum í 2023, men hóast politisk undirtøka er fyri tí, er tað ongantíð sett í verk.

Bæði Tórshavnar kommuna, og løgreglan, hava, í fleiri ár, víst á, at tørvur er á slíkum vakmyndatólum, bæði fyri at forða fyri brotsverkum, men eisini fyri at uppklára brotsverk - seliga í náttarlívinum.

Men endamálið er eisini at tryggja, at yvirvøkan ikki gongur persónliga frælsinum og privatlívinum hjá fólki ov nær.

Men tað hava verið tilburðir av harðskapi í miðbýnum um náttina, sum hava gjørt, at fólk hava følt ótrygg. Harumframt eru tað øki í miðbýnum í Havn, har fólk, heldur ikki børn og ung, føla seg trygg um dagin.

Men løgreglan hevur greitt frá, at upptøkur frá vakmyndatólum eru eitt gott og effektivt amboð at avdúka, og uppklára lógarbrot.

Hóast sjálvur gerningurin ikki verður tikin upp, kunnu upptøkur frá vakmyndatólum vera ein stór hjálp í kanningararbeiðinum hjá løgregluni, og gera tað skjótari hjá politinum at fáa greiðu á einum máli og finna gerningsfólkini.

– Kanningar vísa, at vakmyndatól ikki fyribyrgja harðskapi ella øðrum brotsverkum sum fólk fremja í sinnisrørslu. Men vakmyndatól kunnu fyribyrgja lógarbrotum, sum eru meira løgd til rættis, sum t.d. herverk, innbrot og stuldur, sigur løgmaður.

Men ein møgulig avleiðing av uppskotinum er, at lógarbrot, sum eru løgd til rættis, flyta seg til støð, har eingi vakmyndatól eru.

Mest lisið hesa vikuna

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær

24. oktober kl. 09:59

Leita eftir manni í Havn

Í gjár kl. 07:46

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38