Ongi úrslit

Kongshjúnini til Føroya í næsta mánað

Hetta er vitjanin, sum varð avlýst í fjør

Áki Bertholdsen
9. mai 2025 kl. 13:39

Kongshjúnini koma til Føroya á almenna vitjan í døgunum 11. til 13. juni. Tað boðar Aksel V. Johannesen, løgmaður frá í tíðindaskrivi í dag.

 Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðan tey tóku við trónuni. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

Tey skuldu annars koma til Føroya í juni í fjør, men tann vitjanin varð avlýst tí arbeiðarafeløgini vóru í verkfalli og tað ávirkaði samfelagið so illa, at tað varð metta at vera ráðiligast bara at avlýsa.

Nú verður vitjanin so aftur, akkurát eitt ár seinkað, tí dagarnir eru teir somu, og støðini, tey skulu vitja, eru tey somu.

– Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kunnu kongshjúnini gleða seg til nakrar spennandi dagar í Føroyum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Á Føroyaferðini fara kongshjúnini at vitja í Havn, umframt í Suðuroy og á Eiði.

Í Suðuroynni vitja tey í Vági, í Fámjin og á Tvøroyri.

Hjúnini sleppa at uppliva føroyska mentan, náttúru og at heilsa upp á føroyingar í øllum aldri.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

Í gjár kl. 17:45

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

Í gjár kl. 20:34

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50