Kópurin í føroyskum sjógvi verður høvuðsevnið, tá Visit Runavík bjóðar til fyrilestrar og orðaskifti á MEST í Runavík í sambandi við Býarskáan.
Spurningurin er, um kópurin eigur at verða mettur sum eitt skaðadjór, ið kann gagnnýtast, ella sum ein týdningarmikil partur av vistskipanini.
Klokkan 16 fara Bjarni Mikkelsen frá Havstovuni, Kaj Eli Sørensen frá Veiðufelagnum og lívfrøðingurin Magnus Gaard at lýsa evnið úr ymiskum sjónarhornum.
Klokkan 17 verður orðaskifti við Anniku Bolton Mortensen sum orðstýrara.
Tiltakið byrjar klokkan 15 við opnum húsi á MEST. Klokkan 15.15 greiðir Mouritz Mohr frá virkseminum hjá fyritøkuni.
Á skránni eru eisini ølsmakking og fyrilestur frá OY klokkan 17.30. Sámal Ravnsfjall spælir klokkan 18.
Fiskasuppa frá RIST verður til keyps frá klokkan 15 til 19.
Øll eru vælkomin.