Ongi úrslit

Korona nógv vaksandi í Danmark

Seinastu vikuna er talið á koronutilburðum hækkað nógv í Danmark, og síðan í gjár eru fleiri fólk innløgd. Vit eiga tó ikki at stúra, sigur professari, tí tey allarflestu smittaðu eru ung fólk, og øll veik og eldri eru koppsett.

Katrin Erlendsdóttir
11. juli 2021 kl. 16:59

Í næstan eina viku hava yvir 500 nýggir smittutilburðir av koronu verið í Danmark, og nú kanningarnar frá í gjár eru gjørdar upp, eru 609 nýggj smittaði hetta seinasta samdøgrið. 

Hetta er fyrstu ferð síðani tíðliga í juni, at yvir 500 nýggir tilburðir hava verið um dagin í seks dagar á rað, skrivar Ritzau.

Vit eiga tó ikki at vera stúrin, sigur Kasper Karmark Iversen, professari á Keypmannahavnar Universiteti og yvirlækni á Herlev-Gentofte Sjúkrahúsi. Nógv størsti parturin av teimum smittaðu eru ung fólk, og vit koppseta í stórum tali. Tey veiku og eldri eru øll liðugt koppsett, leggur hann afturat.

Tað var væntandi, at talið á smittaðum fór at økjast í mun til seinastu dagarnar. Vit hava eina farsótt í menning, sigur hann, men tølini fara at minka aftur, hóast tað kann taka sína tíð, til tað hendir.

29 fólk í Danmark eru nú innløgd í sambandi við koronu, og tað eru fleiri, enn tað hava verið seinastu tíðina. Tó er tað lítið í mun til tey næstan 1000, sum vóru innløgd, tá korona var uppá tað mesta í Danmark.

39,8 prosent av dønum eru liðugt koppsettir, meðan 62,6 prosent hava fingið fyrra prikið.

Tað er áleið tað sama sum í Føroyum. Her eru 40,9 prosent liðug við sínar koppsetingar, og 59,6 prosent eru koppsett einaferð.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

22 tímar síðan

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15