Ongi úrslit

Koyrdi meiri enn dupult so skjótt sum loyvt er

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Í gjárkvøldið fekk løgreglan fatur á einum prutli í Havn. Eftirsum illgruni var um, at tað koyrdi skjótari enn loyvt er, gjørdu tey av at kanna, hvussu skjótt tað koyrdi.

Talan var um eitt lítið prutl, sum hevur loyvi at koyra 30 kilometrar um tíman, men hetta prutlið kundi koyra heili 77,8 kilometrar um tíman, ella meiri enn dupult so skjótt, sum loyvt er.

Tí tók løgreglan nummarplátuna á prutlinum og eigarin fær ikki plátuna á aftur fyrr enn prutlið er sýna á Akstovuni og tað er staðfest, at tað er í lógligum standi.

Førarin hevði annars bæði aldur at koyra prutli - aldursmarkið er 15 ár - og hann hevð eisini koyrikort.

Mest lisið hesa vikuna

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær

24. oktober kl. 09:59

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38