Ongi úrslit

Krabbameinsfelagið heitir á landsstýriskvinnuna: Góða, besta Eyðdis

Áki Bertholdsen
12. mai kl. 15:14

Krabbameinsfelagið hevur havt aðalfund, og aftur hetta høvið brúktu tey til at heita á politiska myndugleikan um at herða tiltøkini ímóti royking.

Tubbaksídnaðurin ger alt, tey eru ment, fyri at gera alsamt fleiri bundin at tubbakki og tað sær ikki út til at nerva tey, at tað eru ung, og kanska enntá børn, sum verða bundin av tubbaki og nikotini, sigur Krabbameinsfelagið.

– Tað hevur eisini víst seg at fleiri handlar selja ungum undir 18 ár tubbaksvørur og nikotinvørur, hóast tað bæði er ólógligt - og ikki minst hóast tað er ræðandi skaðiligt, leggja tey afturat.

– Vit mugu gera alt, vit eru ment fyri at verja børn okkara og tryggja teimum eitt lív við ongum tubbakki og nikotini, sigur Krabbameinsfelagið.

Men tey ásanna, at hvørki tubbakksídnaðurin, ella øll í handilsvinnuni, fara at gera tað og tí skal, og má, tað tryggjast í lóggávu.

– So góða, besta Eyðdis: Ger lógaruppskot, har roykilógin verður herd munandi - og ger tað beinanvegin, ljóðar staðiliga áheitanin hjá Krabbameinsfelagnum á landsstýriskvinnuna í heilsumálum.

Felagið sigur, at tey hava ávarað ímóti snúsi og roykfríum tyggitubbakki, og nikotinposum, sum við lokkandi litum og smakki, eru vorðin væl umtókt ímillum børn og ung.

– Í oktobur heitti Krabbameinsfelagið á politiska myndugleikan um at herða roykilógina fyri betur at verja børnini og tryggja teimum eitt lív við ongum tubbaki og nikotini.

– Í áheitanini sigur felagið, at av røttum átti øll tubbakssøla at verið fullkomiliga bannað - helst longu frá ársskiftinum.

Men samstundis ásannar felagið, at helst verður hetta tikið í stigum.

Í tí sambandi nevnir Krabbameinsfelagið nøkur stig, sum av álvara gera mun. Tey eru hesi:

• Hækka prísin á tubbaks- og nikotinvørum munandi

• Avmarka, hvør hevur loyvi at selja tubbaks- og nikotinvørur

• Leggja størri dent á at skipa fyri tiltøkum, sum hava til endamáls at forða fyri, at børn og ung fara at roykja og snúsa.

Felagið vísir á, at krabbamein er tann sjúkan, sum krevur flest mannalív í Føroyum. Størsta orsøkin til krabbamein er tubbak, og tí kunnu vit minka um tilburðirnar við at minka um nýtsluna av tubbaksvørum.

Í áheitanini fegnast Krabbameinsfelagið um avgjaldshækkingina í fíggjarlógini fyri 2026, sum skal minka um søluna av tubbaki og snúsi.

Tó vísir felagið á, at vit mugu ikki missa málið úr eygsjón, og tað er, at tubbak og snús als ikki vera seld her á landi. Tí mælir Krabbameinsfelagið til at gera fleiri og sterkari átøk enn nakrar hissini príshækkanir.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00