Ongi úrslit

KT landsins søkir lærlingar: Nýggj útbúgving byrjar í november

Fyri fyrstu ferð ber til at útbúgva seg til kt-supportara í Føroyum. KT landsins søkir nú eftir tveimum lærlingum til nýggju útbúgvingina.

© Gjaldstovan.
Nýggir møguleikar innan kt: Fyri fyrstu ferð kunnu føroyingar útbúgva seg til kt-supportara her á landi. Nú verða teir fyrstu lærlingarnir søktir.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Nú verður møguligt at taka eina nýggja kt-útbúgving í Føroyum. Útbúgvingin til kt-supportara byrjar á Miðnámi á Kambsdali 2. november, og KT landsins søkir nú eftir teimum fyrstu lærlingunum.

Tað upplýsir Gjaldstovan, sum hevur lýst eftir tveimum lærlingum til nýggju útbúgvingina.

Tvey lærupláss í boði

Bæði læruplássini eru hjá KT landsins. Annar lærlingurin verður har alla lærutíðina, meðan hin ein part av tíðini verður knýttur at norðurøkinum, millum annað Miðnámi á Kambsdali.

Lærlingarnir skulu arbeiða við kt-forritum, servarum og netverkum. Teir skulu eisini hjálpa og vegleiða brúkarum og taka lut í dagliga arbeiðinum hjá KT landsins.

Útbúgvingin tekur hálvttriðja ár

Nýggja útbúgvingin tekur tvey og eitt hálvt ár og gevur eisini møguleika at halda fram við øðrum kt-útbúgvingum.

Freistin at søkja tey bæði læruplássini er 25. oktober 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44